Jardin des Plantes & Jardin Luxembourg – WAUW!

Vit hava trallað runt í París aftur í dag. Ikki hissini her eru nógv fólk í býnum. Sólin hevur verið frammi og tað var júst sum tað skuldi, tí vit fóru í tveir av vøkru garðunum her í París.

Vit tóku metro’ina til Jardin des Plantes. Aaaaltso har var vakurt. Har kundi eg verði í allan dag. Blómur í alskins litum. Bæði børn og vaksin stuttleikaðu sær og nøkur sótu fyri seg sjálvan og lósu eina bók. Her vóru ikki so nógv fólk, so tað bar væl til at njóta friðin.

Aftaná nakrar tímar, fóru vit víðari til tann næsta garðin/havan, ella hvat man skal kalla tað á føroyskum.

Jardin Luxembourg skal eitast at verða tað mest romantiska staði í París, so hetta gleddi eg meg til. Alt kipp ikki, tað var sum at síggja meyrur renna runt. Men hóast tað var pakkað við fólki, so vóru øll rólig og góðu sær stundir. Tað virkaði sum um, at ikki bara ferðafólk, men eisini lokal, sótu har og hugnaðu sær í sólini.

Fantastiska lekkurt, og við so vøkrum umhvørvi, bleiv tað so dirvisliga klikt á knøttin á myndatólinum.

 

Tá eg sá trøini við hesum vøkru ljósareyðu blómunum, trúði eg at eg var komin til himmals! OMG!! Eg ynski mær tílíkt á kirkjugólvið, tá vit skulu giftast takk! haha.. Hevði tað verið so lætt.

Í morgin ætla vit okkum at vitja Eiffel tornið.

Havi eitt gott kvøld!

M&K

Skriv et svar