>>> Jólafilmar<<< Mín topplisti

Eg eri fan av øllum sum hevur samband við jól. Nú eru vit endiliga í desembur mánaða, so rg klári ikki at lata vera við at verða í topp jólahýri. Og hví royna at krógva tað, tá tað ger meg í so góðum lag? Nei tað veit denn eg ikki tími.

Vinkonurnar og eg valdu at tendra ein góðan jólaklassikara tað eina kvøldið. Altso tað var hugnaligt. Tað skal so lítið til og tað er alt ov sjálvdan at man fær samla vinkonurnar. Vit rokast við so nógv ting, og viðhvørt gloyma vit at taka okkum tíð til tað sum eisini hevur so stóran týdning, nemliga vinkonurnar.

Eg fangi meg sjálva í at hugsa, “jamen eg kann síggja hana í næstu viku”, men so kann eg aftur hugsa tað vikuna eftir, og so áðrenn man veit av er tað brádliga gingin ein máni. Og tað er ikki tí man ikki vil, tað er simpulten tí man heldur at okkurt annað er vigtigari. Jamen eg má gera hatta og eg má gera hetta osf. Vit skulu eisini minnast at gera tað sum vit tíma og sum er umráðandi fyri okkum og ikki minst minnast til at hugna.

So nú haldi eg at hetta er eitt frálíkt høvi til at planleggja eitt hugnakvøld við vinkonuni. Bjóða henni yvir at hyggja eftir einum góðum jólafilmi. Onki stress, tú noyðist onki at gera klárt.. kann tað blíva nógv lættari?

Her er tríggir av mínum yndis jólafilmum, sum eg saktans kann hyggja eftir, í hvussu er einaferð hvørji jól.

1. Love Actually

Film Title: Love Actually. Copyright: © 2003 Universal Studios. ALL RIGHTS RESERVED.

2. The Holiday

 theholidaysoundtrack

3. The Family Stone

the-family-stone

Gott vikuskifti!

M&K

Skriv et svar