Jólagávuhugskot til hana

“Jólini nærkast í hvørjum, allar best mær hugnar í Føroyum” … ja jólini nærkast og jólagávurnar skulu tí keypast. Eg eri stór fan av at keypa jólagávur, tað má verða ein av mínum yndis uppgávum! So her fáa tit nøkur jólagávuhugskot, til kvinnuna, ið dámar vakurleikavørur.

Hetta er bara nakrar av mínum yndisvørum frá The Body Shop, og beint nú er tað heilt sikkurt Aloe Body Butter, sum er mín allar yndis. So um tú hevur onkra vinkonu, ið er við barn, so vil eg heilt sikkurt viðmæla tað sum jólagávu.

Eisini brúki eg hvønn dag Down to earth eygnaskugga pallettina, sum er eitt must! Sum nakað nýtt, eri eg júst byrja uppá vøruna Drops of youth, og hon er fantastisk! So her er heilt sikkurt okkurt gott, at leggja undir træið.

Visti tú, at tú eisini kanst keypa vørur á heimasíðuni hjá THE BODY SHOP ? Einfalt og ómækaleyst. Har finnur tú eisini vegleiðing, um tú ert í iva, hvussu vørurnar verða nýttar.

Lekkurt ha?

PS. minst til ikki at stressa um jólagávurnar!

M&K

Skriv et svar