Jólalig piparkøka v/ smør og karamell kremi

Desembur er fantastiskur, og heilt sikkurt eitt sindur søtari enn hinir mánaðarnir. Men tað ger onki – Vit brenna eisini nakrar eyka kaloriur, tá vit renna runt og keypa síðstu jólagávurnar.

Eg vildi royna at gera eina jólakøku. Hetta bleiv til eina krydraða køku við smør/karamell kremi. Eg havi prýtt hana við tranaberum. (tey eru ikki etandi óviðgjørd) Men vøkur eru tey.

Um tú fært vitjan á jólum, so er hendan ein sikkur vinnari. Hon er enn betur dagin eftir, so onki stress.

img_9262

Tilfar

Køkan:

1 1/2 dl mjólk

3 spsk siroppur

375 g mjøl

3 tsk bakipulvur

1 1/2 tsk natron

375 g putursukur

1 1/2 tsk kanel

1 1/2 tsk ingeferpulvur

1 tsk av nellikar

2,25 dl av olju

3 dl blak

3 egg

1 1/2 tsk vaniljuessens

Smør/karamell kremið

250 g smør

600 g flormelis

300 g rómaost

3 tsk vaniljusukur

200 g nøttekrem

img_9298

Arbeiðsháttur

Set ovnin á 180 stig.

Koyr mjólkina og siroppin í eina grýtu, lat tað koma upp á kók og rør í til tað er samlað. Lat tað síðani standa og kølna.

Koyr nú mjøl. bakipulvur, natron, putursukur og restina av kryddaríðunum saman í ein bolla. Rør saman við einum pískirísi til putursukrið ikki er klumput.

Í ein annan bolla koyrir tú olju, blak, egg og vaniljuessensin. Rør eisini mjólk- og siropp blandið saman við.

Koyr síðani tað váta blandið saman við tí turra tilfarinum og rør tað væl saman.

img_9227

Smyr randformarnar við olju og deil køkudeiggið í tríggjar randformar við einum diametri á 18-20 cm. Baka síðani í ovninum í 25-30 minuttir. Kanna eftir við at stinga ein knív niður í køkuna. Tá deiggið ikki hongur fast á knívinum er køkan bakað.

Smør/karamell kremið

Rør/píska smørið og flormelis saman so ongir klumpar eru í. Koyr síðani rómaostin, vaniljusukrið og nøttekremið í og rør aftur.

Tá køkan er kølna kanst tú leggja køkuna saman við smørkreminum ímillum og smyrja kremið um alla køkuna. (tú kanst saktans koyra meira ímillum køkuna enn eg havi koyrt. Eg var bangin fyri at tað ikki varð nokk, men har leyp nógv av).

Set køkuna í køliskápið at kølna í ein tíma og hampa síðani aftur køkuna við smørkreminum. Tað er nemliga lættari at arbeiða við køkuni tá hon er køld, og tað sama við smørkreminum.

Pynta síðani við onkrum jólaligum.

img_9317

Vælgagnist og gleðilig jól.

M&K

Skriv et svar