Kærleiksterta við súreplum og kanel

img_5911

Nú havi eg aftur verið í sving í køkinum. Hendan lekkra kærleikstertan er í Á tilboðsblaðnum hesa vikuna. Ihh tað er altíð líka hugnaligt at baka! (bara ikki tá tað kiksar, og tað er faktiskt nokk so ofta). Náhh líka mikið.. tá má eg bara royna umaftur, ikki sætt? Nú fór eg so í gongd við at gera súrepla tertu. Súrepla tertan er totalt undirmett! Hon smakkar soo væl, er soo løtt at gera og so kann hon verða soo vøkur. Eisini kann hon frysast, so hon er perfekt at taka upp, um eg fái gestir. Hetta er triðju ferð eg nakrantíð havi bakað eina tertu. Fyrstu ferð gekk forferdiligt. (eg skuldi tikið mynd av henni.. tað varð ikki ein vøkur sjón) Aðru ferð gekk okay, men jarðberja fyllan var ikki heilt í topp. MEN triðju ferð (Tadaaaa) eydnaðist tað!! Wuhuuu, hon smakkaði soo væl. So tí uppskriftina vil eg fegin deila við tykkum.

Tú avgerð sjálv, um tú vilt hava hjartalok á tertuna. Men um tú ynskir tað, so fært tú brúk fyri einum lítlum hjartaformi, at skera út við.

Kærleiksterta við súreplum og kanel

 Tilfarið er til eina stóra tertu ella tvær lítlar.

Moyrdeiggj botnur

160 g av køldum smøri

250 g hveitimjøl

3 spsk. flormelis

1 egg

Eitt sindur av salti

Fylla

Umleið 3-4 súreplir

6 spsk. sukur

2-3 tsk. kanel

70 g mandlur

Uml. 50 g marsipan

14608649_1803491579935609_8503188512556931317_o

1.stig

Sker smørið í smáar terningar. Blanda mjøl, flormelis og salt saman og blanda tað síðani saman við smørinum. Hetta skal helst gerast skjótt, soleiðis at smørið ikki blívur heitt. Píska eggið væl, áðrenn tú blandar tað í smør- og mjøl blandið. Eggið er bert til at deiggjmolarnir blíva til ein samanhangandi klump. Balla deiggið í silvurpappír og lat standa í køliskápinum í 1 tíma.

2.stig

Set ovnin á 175 stig.

Tak deiggið úr køliskápinum. Nýt helvtina av deigginum til botnin. Um tað er torført at rulla deiggið út, legg tað so ímillum tveir plastposar og rulla síðani til ein sirkul. Smyr tertuformin við eitt sindur av feitti. Legg deiggið í, prika í við gaffili og baka í ovninum í 10 minuttir. Koyr restina av deigginum aftur í køliskápið.

3.stig

Ímeðan tertubotnurin er í ovninum.

Flys súreplini og sker tey í tunnar bátar. Sker ella blenda mandlurnar smátt og blanda tær saman við sukur og kanel. Tak tertubotnin úr ovninium og legg súreplini í. Rív marcipanið oman yvir súreplini og enda við sukurblandinum.

4.stig

Nú skal lokið gerast. Rulla restina av deigginum út. Nýt sama arbeiðshátt sum við botninum. Brúka ein hjartaform til at skapa hjørtuni og legg tey síðani omanyvir súreplini. Byrja uttast og arbeið teg inn eftir. Smyr egg á lokið, áðrenn tú aftur setur tertuna í ovninum í 30 minuttir á 175 stig .

Borðreið súrróma afturvið flógvu súreplatertuni.

img_5878

img_5885

img_5916

Fortelji endiliga hvussu tykkum dámdi súrepla’kærleiks’tertuna. Eg gleði meg at hoyra.

M&K

Skriv et svar