Kanelsnigla køka

Eitt tað besta eg fái er ein góður bleytur kanelsnigil. Oysus tað er lekkurt. Ikki hesar sum hava eit broyskan kant. Her er loysnin til at fáa allar og allan kanelsnigilin at verða bleytan og saftigan uttast sum innast. Uppskriftin er júst tann sama sum vanligt, men munurin er at tú leggur allar sniglarnar tætt saman í ein springform. Úrslitið kann ikki lýsast við orðum og tí er bara eitt at gera. Tú MÁST royna teir.

Uppskrift til 15-2o kanelsniglar

25 g ger

1,25 dl lunka vatn

1,25 dl lunka mjólk

75 g smeltað smør

75 g sukur

500 g mjøl

Kanel/smør fyllan

220 g bleytt smør

6 spsk sukur

6 tsk kanel

Arbeiðsháttur

Koyr vatnið og mjólkina í ein bolla og tryggja tær at tað er lunkað. Koyr gerina í og morla hana væl saman við mjólkavatninum. Koyr sukrið og smørið í og enda við at elta mjølið í blandið. Lat nú deiggið ganga í ein tíma.

Set ovnin á 180 stig. Rulla deiggið út til ein fýrakant áleið støddina á einari bakiplátu. Blanda smør, sukur og kanel væl saman og smyr tað omaná alt deiggið. Rulla nú deiggið saman til eina pylsu og sker tað í uml. 1 cm stykkir. Legg nú sniglastykkini tætt saman í ein springform og baka í 15-18 minuttir.

Stroy glasur omanyvir og so er klárt at fylla búkin! MUMS!

Vælgagnist! M&K

Skriv et svar