Karameldreymur

Hesa samansetingina havi eg hugsað um leingi. Endiliga fann eg eitt høvi at gera hana til. Hetta er ein ordans sukurbumba, og smakkar ótrúliga væl. Um tú ikki hevur stundir til at gera alla køkuna á degnum, kunnu botnarnir báðir gerast dagin fyri. Køkan tekur eina løtu at gera, men tað veit den, hon er alla tíðina verd. Um tú ikki ert til tað heiiiilt søta, so kanst tú koyra nøkur frísk hindber omaná toppin. Eg trúgvi at tað hevði riggað sera væl saman við eisini.

Nøtubotnur:

200 g hasselnøtur

5 eggjahvítar

200 g sukur

1 spsk hveitimjøl

¼ tsk bakipulvur

Sjokuláta mousse:

4 ørk husblas

200 g myrk sjokuláta

4 hitaviðgjørdar eggjablommur

3 hitaviðgjørdir eggjahvítar

75 g flormelis

3 dl róma

Marengsbotnur

2 eggjahvítar

100 g sukur

Karamelsós

1/2 dós av karameliseraðari mjólk (Dolche de leche í dós)

Omaná

1 pk róma

rivin sjokuláta

Soleiðis gert tú:

Sjokulátamousse:

(byrja við at gera sjokulátamoussina, soleiðis at hon kann setast á køl og stívna eitt sindur)

Legg husblas í kalt vatn

Píska eggjablommur og flormelis til ljóst krem.

Píska eggjahvítarnar stívar í einum øðrum bolla.

Píska nú róman í enn einum bolla.

Smelta sjokulátuna yvir vatnbað og lat sjokulátuna kølna eitt sindur.

Rør eitt sindur av eggjablandinum saman við smeltaðu sjokulátuni, soleiðis at sjokulátan ikki klumpar av hitamuninum. Blanda síðani sjokulátuna saman við restini av eggjablandinum.

Rør síðani spakuliga eggjahvítarnar saman við og til síðst skal rómin rørast í.

Smelta husblas yvir vatnbað, og rør tað skjótt í samlaðu sjokulátamoussina.

 Nøtubotnur:

 Set ovnin á 175 stig.

Skola nøtirnar og hakka tær fínt í einum minihakkara.

Píska eggjahvítar og sukur til marengs.

Rør nøtur, mjøl og bakipulvur saman við marengsblandinum og koyr tað í ein springform á áleið 20-22 cm, klæddan við bakipappíri á botninum.

Baka mitt í ovninum í áleið 40 minuttir, ella longur, til botnurin ikki er ráður.

Tak botnin úr springforminum og lat hann kølna.

Marengsbotnur:

Byrja við at píska eggjahvítarnar í áleið 3 minuttir.

Koyr so spakuliga sukur í, ímeðan tú pískar. Píska síðani í einar 10 minuttir, til marengsið er blivið ordiliga stívt.

Koyr marengsið í ein springform og baka botnin í einar 40-50 minuttir á 180 stigum. Kanna eftir um tað hevur fingið nóg mikið, tí marengsið skal ikki verða seigt.

Karamel:

Opna dósina við karameliseraðu mjólkini. Um tú heldur karamellið verða ov tjúkt, kanst tú røra eitt sindur av mjólk ella ópískaðum róma saman við.

Omaná:

Píska róman og sker sjokulátu í avlangar bitar.

Nú er klárt at leggja saman.

Samanlegging:

Legg nøtubotnin á fatið tú ynskir at borðreiða køkuna á.

Stroy eitt lag av karamel omanyvir og síðani eitt lag av sjokulátamousse.

Legg nú marengsbotnin omaná.

Stroy aftir eitt lag av karamel og síðani sjokulátamousse.

Enda við róma og sjokulátu.

Skriv et svar