Kjóli = Blusa + Hárband

img_6124

Mær dámar væl at endurskapa okkurt sum eg kanska ikki eri so glað fyri longur. Sum kjólin eg keypti í seinasta summar. Mær dámar so væl blómumynstrið, men tað er okkurt við sniðinum, sum ger at eg sjálvdan brúki hann. Og nú eg eri blivin ein fan av hárbondum, so helt eg at kjólin kundi fáa eitt nýtt lív. Eg kundi nemliga gera hann til eina blusu ístaðin og so skapa eitt hárband úr restini av toynum. Perfekt! Eg haldi tað verða soo pent at hava matchandi blusu og hárband. Men um man ikki er til tað, so kann man bara brúka tey hvør sær eisini.

Hárbond eru faktiskt rættiliga dýr. Altso í mun til at man sjálvur kann gera sær eitt líka pent, úr einari gamlari blusu ella onkrum líknandi. Tí vil eg eisini vísa tær hvussu tú kanst gera eitt.

Av tí at eg brúki blusuna niður í ein niðurdeil, so eg slapp undan at klippa blusuna so perfekta og at skula seyma hana osf. So deiliga lætt.

Pinterest er altíð fult av góðum hugskotum, so trýst á hesa leinkjuna  https://www.pinterest.com/pin/531565562248927671/ og tú fært eina stig fyri stig frágreiðing um hvussu tú gert. Hetta er soo lætt og tú ert liðug undir ein hálvan tíma.

So nýtist tær ikki út at keypa eitt nýtt plagg til vikuskiftið, tá tú sjálvt kanst skapa tær eitt nýtt look uppá ein hálvan tíma.

Gott vikuskifti!

M&K

Skriv et svar