Kemur tú við til París?

Tú kanst koma við mær til París! Alt tú skalt gera, er at fylgja SukurSøtt á instagram HER. Eg fari nemliga at leggja myndir og video út á “mystory” á profilinum hjá SukurSøtt, so tit eisini kunnu hava ein møguleika at uppliva eitt sindur av París.

Komandi vikuna verða SukurSøtt og eg í París. Her fara vit at hugna, tralla og ganga býin upp og niður. Altso eg gleði meg. Eg vil viðganga, at eg eisini hevði haft stóra gleði av, at komi heim til Føroyar í páskaferiu, men tað verður ikki hesferð.

Eg gleði meg at ganga longu trappurnar upp í Eiffel tornið. Eg minnist væl hvussu tað gekk seinast. Tá vóru vit tríggjar ungar gentir, við kritahvítum hári og pink sólbrillum. Hetta er longu sjeyð ár síðani. Árini eru gingin skjótt, men hava eisini latið míni eygu upp fyri nýggjum upplivingum. Tá var eg ikki so forvitin, sum eg eri nú. Hetta er nokk eisini ein partur av at gerast vaksin.

Hóast ein sjálvandi gleðir seg at síggja teir vøkru søguligu partarnar av býnum, so dámar mær líka væl at sita á einari hugnaligari café og eygleiða fólk. Eg havi enn tá lært meg at siga okkurt á fronskum. So matglað sum eg eri, so lærdi eg meg sjálvandi at biðja um ein kopp av heitum kakao – Je dois demander un chocolat chaud! Ohh yes! og tá vit so standa har ovast í eiffel torninum, mugu vit sjálvandi fáa onkran at taka eina mynd av okkum, og tað ger man soleiðis – vous prendre une photo de nous. haha.. So fyri at gera Sigurd ordiliga flovan onkuntíð, so fari eg at siga – Vous taxer farts tout le temps. Um tú leggur til merkis triðja orðið í setninginum, og hvønn týdning tað hevur á enskum, so fært tú kanska eina hóming av hvat eg ætli at siga. Eg má eisini geva fransmonnunum, okkurt at flenna eftir ímeðan eg nú eri har.  

Eg gleði meg at síggja mentanina har yviri. Ein kann skjótt lesa persónar av og í stórum samfeløgum, eru fólk ofta meira frí á gøtuni. Hetta haldi eg verða stuttligt, at sleppa at verða vitni til. At uppliva hvussu tey bera seg at á gøtunum í París, í mun til her og í Føroyum, er sera áhugavert. Eisini gleði eg meg at síggja hvussu tey eru ílatin. Tað fylgir líka sum við tá man fer at ferðast. Eg havi altíð hug at finna mær klædnasett klár, so eg kann folda meg út á feriu. Tá tori eg eitt sindur betur at royna okkurt nýtt. Eg finni altíð nýggjan íblástur í meðan eg eri har, og man kemur heim aftur við einum kufferti fullum við hugskotum.

Mon ikke, at tit koma at síggja nakrar av klædnasamansetingunum á Instagram og á SukurSøtt? Eg eri bangin fyri, at tað verður nokk at mótamyndum 😉

Hava tit nøkur hugskot til hvat við MUGU uppliva ímeðan vit eru í París? Kanska onkur serstøk café, onkur hugnaligur krókur, ella okkurt heilt annað. Tað hevði verið stuttligt, so kom endiliga við góðum ráðum.

Baisers et des caresses.

Skriv et svar