Mammu’sa fyltu dadlur

Ein løtt og lekkur konfekt, sum hóskar seg til øll tíðarskeið á árinum. Tó plagar mamma altíð at gera hetta á jólum. Eg sum helt at mær ikki dámdi dadlur… Nú elski eg dadlur og hetta er farligt at hava á borðinum, tí tær smakka so væl.

Tað blívur ikki nógv einfaldari enn hetta!

Alt tú hevur brúk fyri er:

Dadlur

Marcipan

Sjokulátu

Soleiðis gert tú:

Um tú hevur dadlur við steini, skerur tú eitt hol á longdini, og tekur steinin úr.

Síðani fyllur tú eitt sindur av marcipani í og “letur holið aftur”.

Smelta síðani sjokulátuna yvir vatnbað og dyppa dadluna niður í. Um tú ynskir, kanst tú prýða við gullglimmuri, sum eg havi gjørt her.

Hetta var tað heila!

Trúgv mær, hetta verður heilt sikkurt rivið burtur úr skálini, tá tú setur tað á borðið.

Vælgagnist.

M&K

Skriv et svar