Koyr slankikurin í skrell…

Tað kennist næstan, sum at eg havi verið á kur alt mítt lív. Jaja, fleiri tíðarskeið um árið, slapp eg ikki at eta sukur og feitt, og tað var so rotið. Tað sum eg minnist best við hesum tíðarskeiðunum, var at allur dagurin snúði seg um, at halda seg burtur frá tí eg ikki hevði loyv at eta. Tvs, allar samrøður snúðu seg um hetta, tí tað var ikki rúm fyri øðrum í mínum høvdi. Og ikki at gloyma hvussu røsk eg hevði verið at vant, gingi túr osf. Ja, gerandisdagurin bleiv totalt vendur á høvdið, tí NÚ skuldi eg taka meg saman, og fáa kroppin eg so fegin vildi hava.

Men hvat? Sjálvt tá eg tapti fleiri kilo og gjørdist klænri, vildi eg tapa meg enn meira og gerast enn klænri. Tá samanbar eg meg bara við onkran annan, ið vigaði enn minni. Eg bleiv ongantíð nøgd, og aftaná eina tíð var eg so móð av at liva eftir hesari strømmu ætlanini, at eg datt fullkomiliga í hina grøvina. Ja, so fór eg at eta sum ein grísur, og so var alt spilt.

************

Nú januar mánaði er byrjaður og øll eru farin á kur, eri eg um at spýggja. Eg síggi meg sjálva aftur í so nógvum, og veit at eingin kurur er ein varandi loysn. Tað er kanska gott at kick starta eitt vekttap við, men tað er bara so ekstremt, at man klárar ikki at halda til tað. 

Nú skulu tit ikki misskilja meg, og halda at eg meini at man ikki skal leggja í sín kropp og vælveru, men alt við máta. Lívið á kur er so súrt.. Tað eru so nógv onnur ting, ið vit heldur burdu brúkt orku uppá. Ting, ið eru so nógvar ferðir meira umráðandi.

Eg haldi at tað var í 2016 at eg av fyrstan tíð, byrjaði at fáa javnvág í mítt forhold til mat og rørslu. Fantastiskt!!! Endiliga slapp eg undan at verða á kur, men fann heldur útav hvussu eg kundi halda mínari vekt, ella rættari sagt, mínum tankum um mín kropp í javnvág. Eg eri næstan aldrin á vektini, tí vektin er bara eitt tal. Heldur lurti eg eftir kensluni eg havi í mínum kroppi. Hon fortelur mær nógv betur hvussu landið liggur.

***********

Tey flestu av okkum vita hvat skal til, fyri at liva eitt sunt lív. Men hóast hetta, melda vit okkum til ymisk skeiðir, googla alt millum himmal og jørð, tí vit vilja so fegin finna fram til ein lættan máta at tapa okkum ella at liva sunt uppá. Fyri meg er tað sera einfalt. Eg elski sukur, køkur og alt tað ið har hoyrir til, og tað eti eg eisini. MEN eg eti ikki so nógv av tí, og eiheldur so nógv av øllum hinum. Soleiðis nýtist man ikki at hugsa so nógv um hvat og hvussu. Man sleppur undan av viga máltíðir, tasta kaloriur inná ymsar appir, fylgja kostætlanum osf.

Finn eina loysn, ið ikki krevur so nógv fokus og tíð. Okkurt ið riggar til tín, og sum tú fert at tíma at halda. Tað eru heldur ikki øll sum skulu verða strikur.. Tað er í hvussu er ikki har gleðin er, men nógv heldur at tú finnur frið í tínum kroppi, soleiðis sum tú er. Vit ynskja okkum ofta at síggja øðrvísi út, men kroppar eru bygdir uppá ymiskar mátar, og tískil eru málini vit seta okkum ikki altíð realistisk. Eg havi altíð droymt um himmallong bein, men altso… óansæð hvussu kløn eg blívi og hvussu nógv eg tapi meg, fari eg ongantíð at fáa hasar stengurnar. Gott við tí.. eg yvirlivi nokk.

Tað eg vildi við hesum, er at minna tykkum á, at í staðin fyri at fara á ein fastlagdan kur, (sum kanska heldur í ein mánaða), finn so heldur eina varandi loysn. Broytingin fer kanska ikki at henda líka skjótt, men heldur at tað tekur longur tíð og er varandi, enn eina stutttíðarloysn. Mest umráðandi av øllum, er at steðga við at samanbera seg sjálvan við onnur. Vit eru øll ymisk og góð nokk á okkara egna hátt.

M&K

Skriv et svar