Kreativar Cake-Pops!

Ofta tá eg rokist í køkinum, so veit eg júst hvat eg ætli mær at gera, men úrslitið blívur ofta eitt sindur øðrvísi. Ella, kanska man kann kalla tað, at eg broyti ætlan so við og við. Eg havi mungað so øgiligt eftir “trøffler”. (Veit onki føroyskt orð fyri tað). Eg minnist at eg og ein vinkona altíð ótu trøffler tá vit vóru á eftirskúla, so tað er kanska tí at eg havi eitt tilknýti til hesa køkuna. Trøfflan smakkar nógv betur tá eg ikki hugsi um hvat hon inniber. Tí tað er simpulten køkurestir og súltutoy. Hmm.. ja og krymmel. Náhh, men hetta smakkar óført!

img_9139

Tá eg fór í gongd í morgun, var málið at gera trøfflir. Skjótt fann eg útav at hetta minti nógv um cake pops, og tær eru jú nógv vakrari.

Eg bakaði eina vanliga brúnakøku, lat hana kølna og pískaði hana til hon var morlað í smáar bitar. Síðani koyrdi eg nokk av súltutoyið í til blandið var nóg samanhangandi til at gera kúlur burturúr. (Tú kanst eisini brúka keyptar køkur, fx rullukøkur)

Eg stillaði trøfflirnar í køluskápið í áleið ein tíma, so tær kundu blíva ordiliga fastar áðrenn eg fór at pynta tær.

img_9135

Eg koyrdi pinnin mitt í trøfflina, og smeltaði hvíta sjokulátu, sum eg síðani dippaði í. So var bara eftir at pynta trøfflirnar og síðani kundu tær etast.

Tær smakka næstan sum brúnakøka, men eri vakrari at síggja og hvíta sjokulátan ger eisini sítt fyri smakkin. Tað riggaði eisini væl at stroya heimagjørda karamellið omanyvir. Ein vælsmakkandi samanseting.

img_9142

Hetta er upplagt til barnaføðingardagin og heilt sikkurt nakað sum barnið eisini hevði tímað at verið við til at gjørt. Her kunnu tit verða ordiliga kreativ og tað er bara hugflogið sum setur mørk. Hetta kann hóska til øll høvi, tí tú kanst gera so nógv ymiskt við pyntinum.

img_9145

Hetta er hvussu er lætt at gera, so tað er ikki at haldast aftur.

M&K

Skriv et svar