Kundi tú eisini hugsað tær eina svarta talvu?

Eg havi júst ogna mær eina svarta talvu!

IMG_8029

Mær dámar væl, at heimið skal spegla tey sum búgva har. Ja, ein kann keypa nógv, sum er soo pent og stílfult, men tað kunnu øll gera og tískil kunnu nógv heim koma at síggja sera eins út. Mær dámar væl at keypa okkurt, men so eisini at leggja mín egna dám á tað.

Eg havi leingið ynskt mær eina svarta talvu, og nú skuldi tað verða! Eg havi sæð hetta nógva staðni, og haldi at hetta er ein lekkur lutur, í einum heimi.

Eg rendi meg í svarttalvu pappír, í einum handli her í Aarhus, fyri einari tíð síðan. Men tað hevur bara ligið í einum kassa síðani. Eg keypti mær eina 40*30 rammu og litaði krit í Ikea, og síðani klistraði eg svarta pappírið í rammuna.

Her er ein leinkja til ebay, har tú kanst keypa svartpappír sum wallsticker fyri undir 30,- og tey senda ókeypis.


http://www.ebay.com/itm/Chalk-Board-Blackboard-Vinyl-Wall-Sticker-Decal-Removable-Chalkboard-200X45cm-YZ-/391301245687?hash=item5b1b5f2af7:g:HO8AAOSw5ZBWKTH4

Eg vildi mett at ein kundi keypt lita krit í BR ella Klávus.

So er tað tann brennandi spurningurin: Hvat hundan skal eg tekna/skriva á hetta?? Tað er so nógv fitt og stuttligt, sum er skrivað á enskum, sum man kann sitera, men eg vildi helst hava tað á føroyskum. Tann fyrsti eg komi í tankar um, um eg skal hugsa um at sIMG_8030itera á føroyskum, er Hans F. Hansen, haha… og tað er kanska ikki aaakkurát har eg eri. So eg hugsaði bara um onkur orð, sum ofta eru at hoyra í okkara heimi. “Kaka, kaffi og klemm”, trý sera umráðandi ting í gerandisdegnum. “Muss” og “Gleði” aftur tvey orð sum hava nógv at siga, heima hjá okkum. So eitt rá, er at skriva okkurt ið lýsur títt/tykkara heim, so at tað vísur tína/tykkara persónligheit.

Eg googlaði ymiskar myndir til íblástur. Tað er soleiðis eg hava teknað hasar krukkurnar í høgra hjørni. Øl fløskan og mínar fittu cupcakes havi eg eisini funnið á netinum. Tað er faktiskt lættari enn man heldur, at tekna, tá man hevur okkurt at tekna eftir. So royn endiliga tað.

Eg eri super væl nøgd við mina svørtu talvu, og tað besta við henni er, at tú altíð kanst viska burtur, og byrja av nýggjum, um tú gerst troytt av tí sum er á.

Hetta gevur heiminum ein deiligan dám av persónligheit og kreativiteti. Vónandi fekk tú nøkur hugskot, til at skapa tína egnu talvu.

M&K

Skriv et svar