Lady in red til jólaborðhaldið – Wauw!

Um tú ert sum eg, so ert tú eisini fallin fullkomiliga fyri reyða litinum, sum sæðst í øllum mótabløðum fyri tíðina. WAUW! og so er tað eisini tann ultimativi jólaliturin, og hóskar seg tí ótrúliga væl jólafrokostin. Ein kennir seg fínan í reyðum kjóla, tí tað hevur okkurt serstakt yvir sær. Tað vakrasta eftir mínari meining, er so at hava reyða varrastift til. YES! Men minst so til at halda hár og accessories einkult, so títt samlaða look ikki verður ov nógv av tí góða.

Eg havi valt fimm ymiskar, men vakrar reyðar kjólar frá ASOS.com. Allir eru fyri undir 300kr og kunnu tískil bíleggjast beinleiðis heim, uttan at toll verður lagt omaná.

************

Hesin HER er bæði elegantur og festligur.

Hesin HER er kanska eitt sindur fittari, og hevði eisini hóskað seg væl til jólaaftan. Mynstrið ger hann tó alt annað enn keðiligan.

Her skal man kanska tora eitt sindur væl. Hesin HER er sjálvsamur og líkist meira einum jakka enn einum kjóla, men tað er samstundis tað sum ger hann øðrvísi og kul!

Uhhlalaaa, all eyes on you! Hesin HER er sera vakur og elegantur við tí djúpa reyða litinum og flesunum.

Um tú ynskir at sleppa undan at anda inn alt kvøldið, so er hesin ein góð loysn! Hesin HER er meira avslappandi, men tó festligur við ermunum og mynstrinum á miðjuni.

Hvar dámar tær best at keypa? á netinum ella í handlunum?

M&K

Skriv et svar