Lættur døgurðarættur – Pasta við soppasós

  Eg veit ikki um tað er tí at vit vóru á brúðarferð í Italia, men havi fingið ein stóran veikleika fyri pasta. Helst frískum pasta og lekkrari rómasós. Hesin rætturin er ein av mínum yndis, og so ger tað ikki støðuna verri, at hann er lættur og skjótur at gera. Tilfarið sum skal til, er heldur ikki ov fløkjasligt, so her kunnu øll verða við.

Tilfar til 4 fólk

500 g pasta

500 g blandaðar soppar

1 reyðleyk

2 hvítleyksfed

olju

2,5 dl róma

salt og pipar

frískt persilli

Arbeiðsháttur

Tað er sera umráðandi fyri smakkin, at man ikki bara brúkar teir vanligu hvítu sopparnar, eiheldur soppar í blikkum. Teir geva nemliga ikki eins kraftigan smakk sum hinir. So vel blandaðar fyri ein góðan soppa smakk.

Brúnka leyk og hvítleyk í olju á pannuni. Koyr síðani blandaðu sopparnar á pannuna saman við. Tá sopparnir eru blivnir bleytir, koyrir tú róman og kryddaríni saman við.

Kóka pastaðið alt eftir hvat stendur á pakkanum. Síla síðani vatnið burturfrá og koyr pastaðið í saman við soppasósini. Síðani stroyir tú við frískum persilli og parmasan ost, um tú ynskir.

Borðreið við breyði ella einari frískari salat. MUMS!

Vælgagnist!

M&K

Skriv et svar