Lagkøka við pistacie-osta-kremi (MUMS)

Áhh sum eg havi glett meg at víst tykkum hesa uppskriftina. Hon hevur verið á mínum “to-do lista” alt ov leingi og fyri einari tíð síðani, fann eg endiliga eitt høvi, til júst hesa køkuna. Tað kravdi faktiskt ein innsats at finna okkurt av tilfarinum. Eg veit faktisk ikki ordiliga um alt tilfari eg havi brúkt, plagar at verða brúkt soleiðis, men eg kann heilsa og siga at tað eydnaðist væl og køkan bleiv etin, øll sum hon var.

Tilfar

170 g smør

3 dl sukur

3 egg

4,5 dl mjøl / 250 g

2 tsk bakipulvur

3 tsk vaniljusukur

1/2 tsk natron

1 tsk salt

2 dl mjólk

Set ovnin á 175 stig luft.

Koyr alt tað turra tilfarið í ein bolla. Í einum øðrum bolla pískar tú fyrst bleyta smørið og sukrið. Síðani koyrir tú eitt egg í, í senn og pískar væl ímillum. Koyr nú turra tilfarið spakuliga í og píska væl. Enda við at koyra mjólkina í blandið.

Tú hevur tørv á tveimum spring formum áleið 20-22 cm. Tann eini hjá mær var eitt sindur størri, men eg skeri at líka væl kantarnar av køkubotnunum, tá teir eru bakaðar, so hetta bilaði ikki. Tað geri eg, fyri at fáa botnarnar av verði júst líka stórir og beinar. (hetta kanst tú brúka ein tallerk til)

Smyr formarnar við smør ella olju. Tað riggar væl at koyra eitt sindur av mjøli í aftaná, soleiðis at tað festur seg á smørið. Hetta ger tað lættari at fáa køkubotnin frá forminum, tá hann er bakaður. Deil deiggið í báðar formarnar og baka í 25-30 minuttir.

Tá botnarnir eru bakaðir, letur tú teir kølna.

Frosting

200 g rómaost

160 g smør

250 flormelis

2 tsk vaniljusukur

150 g “Odense dessert masse med pistaciesmag” HETTA

Pistacie nøtir

Píska alt tilfarið saman, so tað fær ein passaligan bleytan konsistens.

Legg nú fyrsta botnin á køkufatið. Smyr eitt tjúkt lag av smørkreminum omaná, stroy eitt sindur av hakkaðum pistaciunøtum omanyvir og legg síðani næsta botnin á. Nú smyrt tú eitt tunt lag yvir alla køkuna, og stillar hana í køliskápið í minimum ein tíma. Hetta gera vit, so tað skal verða lættari at smyrja alt smørkremið omanyvir hana. Um tú ikki setur hana á køl ímillum, fara molarnir av køkuni, at blanda seg uppí smørkremið, tá ið tú smyrt.

Tá tú tekur køkuna út úr køliskápinum, er klárt at koyra restina av smørkreminum omanyvir. Tú kanst saktans gera okkurt vakurt mynstur við ein sproytiposa. (hetta eydnaðist ikki so væl hjá mær, tí mítt smørkrem bleiv eitt sindur ov tunt, tá eg valdi at koyra meira av pistacie massuni í). Ansa eftir við at koyra ov nógv av pistacie massuni í, tí hon tynnir smørkremið.

Sìðani endar tú við at stroya restina av pistacienøtunum omanyvir, og so er klárt at borðreiða. Køkan kann saktans halda sær í nakrar tímar í køliskápinum. (og smakkar eisini fínt dagin eftir)

Vælgagnist og góða hvítusunnu!

M&K

Skriv et svar