Lasanja við grønmeti úr Á blaðnum

Lasanja er ein fastur táttur heima hjá okkum, tá ið køliskápið skal tømast. Tað eru ongar reglur fyri hvat kann og hvat ikki kann fara í. Alt slag av grønmeti, salati og osti kann brúkast. Nakað av grundleggjandi tilfarinum má ein brúka, men til fylluna kanst tú brúka júst tað tær lystir. Um tú hevur haft pitabreyð til nátturða dagin fyri, so kunnu til dømis allar resturnar fara í lasanjuna dagin eftir. Við at koyra grønmetið í lasanjuna, gerst mongdin av mati eisini størri, og tí er kanska eisini okkurt eftir til matpakkan dagin eftir.

Tilfar til 4-6 fólk

400 g malið neytakjøt

3 gularøtur

2 leykir

3 fed av hvítleyki

1 lógva av brokkoli

1 lógva av blomkáli

1 lógva av soppum

1 piparfrukt

2 dósir av hakkaðum tomatum

Kriddarí – oregano, chili, salt og pipar

1 pk bechamelsós/morneysós

Lasanjuplátur

Rivnan ost

Arbeiðsháttur

 Set ovnin á 180 stig.

Tað er ymiskt hvat man dámar, og tí kann grønmetið antin skerast groft ella koyrast í ein minihakkara, so tað blandast við kjøtinum. Byrja við at brúnka leykin og hvítleykin og koyr síðani kjøtið saman við. Síðani skal alt tað grøna í grýtuna og lat tað steikja eina løtu. Krydda við oregano, chili, salt og pipar. Tú kanst smakka til við øðrum sum tú plagar at brúka, tí tað umráðandi at nokk av smakki kemur í. Koyr síðani hakkaðu tomatirnar í. Um tú ynskir ein vátari konsistens, kanst tú koyra eitt sindur av vatn ella mjólk í. Um tú eigur eitt sindur av róma, so gevur tað eisini ein góðan rundan smakk. Koyr nú skiftivís kjøtblandið, bechamelsós og lasanjupláturnar í eitt eldfast fat og síðani rivna ostin ovast. Set fatið mitt í ovnin í 45 minuttir.

Lasanjan kann borðreiðast saman við salati og breyði.

Eitt tipp – koyr eitt sindur av osti og kryddarí á gomlu breyðflísarnar, og koyr tær í ovnin í 10 minuttir. Hetta smakkar sera væl afturvið.

Vælgagnist

M&K

Skriv et svar