Leiðin gongur til ….

Og leiðin gongur til….

IMG_3891

ALANYAAAA!

8 august 2016

Eg og sjeikurin vildu sleppa til okkurt heitt land í summar. Eg eri púra sjúk eftir at ferðast, sjálvt um eg eri so bangin fyri at flúgva, tí so skjótt vit eru lend, er óttin horvin.

Vit hava hugt eftir avboðsferðum, og endaðu við at fáa eitt ordiliga gott tilboð ígjøgnum Spies.dk. Eg havi hoyrt góð umælir av fyriskipanini hjá teimum og at tað skal eitast at vera sera idiotsikkurt, so tað skuldi verið júst nakað fyri meg. Eg kann líka so gott heilsa og siga at eg ikki eri ferðaleiðari á okkara ferð. Gud viti hvar vit so høvdu endað, tí mín staðarsansur er í botn. Men ja, so er gott at mín betra helvt hevur stýr á tí. So kann eg taka mær av at keypa sólkrem osf. Jaja, vit býta uppgávurnar so væl ímillum okkum haha..

Tað gekk væl at pakka kuffertið hesuferð. So mikið væl, at vit bara hava EITT kuffert við okkum. EITT!! Eg eri í shok. Tað er kanska eitt størt kuffert, men sjeikurin hevur líka nógv við sum eg. Hvør skuldi trúð tí.

Leiðin gongur til eitt lekkurt hotel sum eitur Sunny Hill í Alanya. So har fara vit at liggja og dasa tað komandi vikuna. Lekkurt ha? Eg havi verið sunnanfyri fyrr, men onkursvegna kennist hetta sum ein “fyrstuferð” uppliving. Kanska tí at hetta er fyrstu fer at sjeikurin og eg fara á eina feriu suðureftir saman, har onki er planlagt og vit bara ætla okkum at dasa. Vit vóru í London í januar mánaði, og tað var meira stress enn hygg, tí har er so nógv man vil síggja. So hesuferð er onki á skránni.

So havi eg heldur ongantíð áður roynt “All inclusive” konseptið, so tað gleði eg meg til. Eg kann bara ímynda mær at man gongur og etur og drekkur dagin langa. Men hvat tá? Vit eru á feriu. Hatta hevur verið mín hugburður nú í tveir mánaðir, so tað verður stuttligt at koma aftur til gerandisdagin.

13987263_10154475901198856_688605677_o

Beint nú eru vit áveg til Alanya, men hetta er ein long ferð og tað tekur fýra tímar at flúgva til Antalya , so eg havi streama mær nakrar partar av yndis seriuni, so eg ikki fari at keða meg alt ov nógv. Vit vanta at verða frammi á hotellinum einaferð í nátt, tí vit skulu koyra í bussi í nakrar tímar eisini. Eg krossi fingrar fyri at alt fer at ganga sum tað skal. Alanya here we come!

13940147_10154475901063856_722264551_o

M&K

Skriv et svar