Lekkur gávueskja frá The Body Shop

Eg var so heppin at fáa ein stóran pakka, við lekkrum vørum frá The Body Shop, beint áðrenn vit komu í desembur. Hetta er mín heilt egni jólakalendari, so eg føli meg so forkelaða.

Ein av gávunum, var hendan vaaaakra gávueskjan, sum er formað sum ein jólakúla! Wauw sigi eg bara! og eg gjørdist ikki minni glað, tá eg so fann útav hvat var í henni. Mær dámar nemliga so væl gávur, ið hava fleiri smálutir. Og ofta haldi eg at tílíkar vakurleika gávueskjur, innibera ymiskt ið eg ofta mangli, men bara ongantíð komi til at keypa. So hetta var perfekt!

Allar vørurnar í hesari gávueskjuni hava ein frískligan anga av blommu, sum hóskar seg væl til violetta litan av sniðgevingini. Gávueskjan fast hjá bæði í The Body Shop í SMS fyri einans 170kr!

Og alt hetta fart tú fyri pengarnar:

  1. Tað fyrsta er hendan tuban við hándkremi. Eg fái vanliga ikki so turrar hendir, men leggi til merkis at tær altso eru turrari enn vanligt, um veturin.
  2. So er vælangandi showergel! Áhh eg elski sápur, ið anga væl. Fyri tíðina brúki eg bara neutral, og vorherre bevare tað er óintresant. So onkrar dagar, loyvi eg mær sjálvari at brúka okkurt, ið er eitt sindur lekkrari. Tá sleppur hetta nemliga uppí part.

  1. Tað triðja er eitt sooo lekkurt exfoliating suger body scrub! Muuuuums! Hetta er so mega lekkurt! Eg plagi at brúka tað, tá eg fari undir brús. Helst áðrenn eg koyri sjálvbrúnara á, soleiðis at eg havi burturbeint alla turru húðina.
  2. Til seinast er sjálvandi eitt mega lekkurt body butter, sum er perfekt nú í kuldanum.

M&K

Skriv et svar