Lekkur OREO dessert

Onkuntíð er tað lekkurt, við einari skjótari dessert. Hendan er løtt og krevur ikki nógv tilfar. Hon kann bæði gerast í eitt fat, ella sum her, í glas. Hon er ordiliga søt, og tí klárar tú nokk ikki at eta fleiri portiónir. Tað er kanska slett ikki so galið.

Hesa gjørdi eg til Á blaðið fyrr í ár.

Tilfar til 4 stór gløs

100 g myrka sjokulátu

2 eggjablommu

2 eggjahvíta

30 g sukur

1,5 dl róma

1 pakka oreo keks

200 g rómaost

5 spsk flormelis

2,5 dl róma

50 g smelta smør

Arbeiðsháttur

Byrja við at gera sjokulátamousse. Smelta sjokulátuna yvir vatnbað og lat hana køla. Píska eggjablommurnar og sukrið, so tað fær ein luftigan konsistens. Í einum øðrum bolla, pískar tú eggjahvítarnar stívar. Píska síðan 1, 5 dl róma í tí triðja bollanum. Blanda nú sjokulátuna saman við eggjablommunum og sukrinum. Koyr síðani stívu eggjahvítarnar í saman við. Til seinast vendur tú róman spakuliga í blandið.

Koyr oreo keksirnar í ein plastikposa og knúsa tær í smáar bitar. Legg eitt lag av keksunum niðast í glasið og koyr eitt sindur av smeltaða smørinum omanyvir.

Píska síðani róma ostin og flormelis saman og koyr eitt lag omanyvir keksabotnin.

Koyr eitt lag av sjokulátamousse omanyvir rómaostin.

Til seinast pískar tú restina av rómanum, og koyrir hann ovast í glasið. Stroy eitt sindur av oreo keks omanyvir róman.

Set dessertgløsini í køliskápið í eina løtu, áðrenn tú borðreiður.

 

Vælgagnist!

M&K

Skriv et svar