Lesi’stress’feria

Hví eitur tað yvirhøvur lesi’feria’?? Tað skuldi iti lesistress!

IMG_1395

Eg havi havt lesiferiu í skjótt eina viku nú, og harra jesus sum eg gleði meg at fáa hetta yvirstaðið. Eg skal upp í tveimum royndum, báðar eru skrivligar, so tað er eitt pluss.

Hetta semestrið hevur verið eitt sindur turrisligt, eftir mínum smaki. Slett ikki tað, ótrúliga spennandi, meeeen ofta er tað ikki so áhugavert at lesa greinar frá 19grøntkál, um avoldaðar teorier, sum man ikki ordiliga sær hvat man skal brúka til. Men soleiðis er lesnaður… Man fer ongantíð at dáma alt, men man má taka tað súra við tí søta.

Fyrr hevur mær ofta dáma lesiferiu. Eg eri nokk tað man kallar royndarmenniskja, tí eg arbeiði best undir trýsti. Ígjøgnum árið taki eg tað stilli og rolligt, so plagi eg at innheinta við einum góðum endaspurti. Nú fáa vit at síggja hvussu tað fer at ganga hesafer.

Eg haldi altíð man situr við tankunum um “Fari eg nú at klára tað?”..”Havi eg lisið nokk?”..”Nær eru reeksamiur?” osf. Óansæð hvussu væl eg eri fyrireika, so snýkja hasir tankarnir seg inn.

Vit møtast við lesibólkinum hvønn dag, so tað ger tað eitt sindur stuttligari. Tað er altíð hugaligari at deila upplivingina við onkrum øðrum, so kennist tað ikki sum um man er tann einasti í hesi støðuni.

Tað er stravið at lesa til roynd, men tað skal vera stravið! Jú stravnari tað er, ímeðan tað stendur uppá, jú betur er kenslan, tá royndirnar eru lidnar!

So vit mugu royna at herja á, allar samlar. Man ger tað so gott man kann, so kann man ikki gera meira. Lat teg ikki ørkymlast av at fáa tann besta karakterin. Hav heldur fokus á, at tú vilt læra tað sum tú lesur um. Tað er vitanina tú fert at koma at brúka seinni, ikki karakterin.

Góðan arbeiðshug!

M&K

Skriv et svar