Lívsins Salt

Halló le ladies 🙂

Fyri meg er lívid onki uttan “Lívsins Salt”!. Lívsins salt er fyri meg mótgangur, upp og nidur túrar, kjak, ósemja og nyggjar meiningar. Alt hetta hevur man brúk fyri, til at seta í andstødu vid tad góda og stuttliga.

Eg var til ein áhugaverdan fyrilestur í dag, uppi á universitetinum. Tad var ein sálarfrødingur og ein veteranur, sum greiddu frá hvussu tad er at koma heim, tá ein hevur verid útisendur í kríggj.

Sálarfrødingurin greiddi frá hvussu tey hava samrødur vid hermennirnar, bædi ádrenn, ímedan og aftaná teir komu heim úr kríggi. Umleid 1000 danskir hermenn hava fingid PTSD (Posttraumatic stress disorder), aftaná teir eru komnir heim úr krígnum.

Veteranurin sum var og greiddi frá sínari søgu, var ein av teimum id hevdi fingid PTSD. Aftaná 20 ár hevur hann tad enn. Hann var so ávirkadur av hesum, at hann mátti arbeida hálva tíd. Á hansara ringu døgum, var hann ikki førur fyri at fara í familjufødingardagar, verda vid til ítriv hjá børnunum osf. Hann segdi at hansara lív var sum ein “gammel købmansvægt”. Hvønn morgun var tann eina sídan full av lorti, og fyri at fáa javnvá í, mátti hann fylla gód ting í hinumegin.

At síggja til var madurin ein ganska vanligur 45-50 ára gamal madur. Ein madur sum hevdi verid útisendur eina fer. Henda eina ferdin broytti alt lívid hjá honum. Hann hevdi ofta hugsa at tikid lívid av sær sjálvum, men bleiv til sídst innlagdur og hevur nú lært at liva vid PTSD diagnosuni. Hann hevur konu og børn og arbeidir nú vid at hjálpa ødrum veteranum, sum eru í somu stødu sum hann.

Fyri meg er tad altíd áhugavert, at hoyra søguna hjá fólki. Líka mikid hvat vit fara í gjøgnum, hava vit sjálvi møguleika, til at velja hvussu vit, brúka hetta til nakad jaligt. Hjá nú gamla veteraninum, bleiv hendan uppliving, nakad id kom at seta dám á restina, av hansara lívid. Í dag brúkar hann sína vitan, til at hjálpa øðrum veteranum, sum hava tørv á tí. Hetta er ein skeid av hansara salti, í gerandisdegnum. Saltid er ikki altíd so stuttligt, men uttan saltid, hevdi hann ikki verdid tann, hann er í dag. Eitt sindur av salti og eitt sindur av sukri, so gongur nokk!

M&K

Skriv et svar