Ljósareyður oktobur – Ikki fyrr enn tað rakar okkum

Nú fyrsti oktobur kom, byrjaði eg brádliga at síggja ljósareyðu sloyfuna runt um kring, og eg fór at hugsa..

Men áðrenn tað, hevði tað ikki skoytt mær ein tanka, at hugsa um at oktobur hoyrir saman við dystinum ímóti bróstkrabba. Ja, onkursvegna kendi eg meg illa, tí eg eri væl greið yvir, at hetta er ein sjúka, ið rakar alt ov nógvar kvinnur. Hóast hon oftast rakar kvinnur, sum eru yvir 60 ár, so eru tað eisini nógvar yvir 30 ár, sum verða raktar. Tað vil siga, at eg eri um at verða ein partur av tí bólkinum. Og ja, um eg var ein av teimum ið var blivin rakt, ella verði ein, so fer oktobur mánaði at skríggja bróstkrabbi!! Soleiðis er tað bara.. ikki fyrr enn vit sjálvi, ella onkur av okkum verður raktur, lata vit eyguni upp fyri hesum.

Bróstkrabbi er tann kreftsjúkan, ið kvinnur í Danmark verða mest raktar av.

Men eg verði ikki rakt av hesari sjúku ha? Neinei, tað er sum tær allar siga, man heldur jú at tað er grannin, sum verður raktur av hesum. Ein skeivur tanki og ein tanki, ið eisini heldur okkum aftur frá at vit lata okkum kanna. Eg eri til dømis ongantíð blivin kannað, og nú eg hugsi meg um, havi eg heldur ongantíð sjálv roynt at merkt eftir, um har var nakað, ið ikki átti at verða.

Skrekkurin er sjálvandi tað ringasta.. at gerast sjúk og ikki gerast frísk. Men eg trúgvi eisini at fleiri hugsa, at tað hevði verið torført at fingið tikið bróstini og/ella mist hárið. Hetta er ein so týðandi partur av kvinnukroppinum, ikki bara í kropsligum høpi, men eisini miðilin til at geva børnunum føði. Fyri nógvar kvinnur, hava bróstini stóran týdning fyri at tær kenna seg kvinnuligar. Men mín meinging er tann, at vit kvinnur eru so nógv meira enn okkara útsjónd. Sum eg gerist eldri, finni eg meira og meira út av, at tað er ikki tað uttara lagið sum telur. Nei, so langt í frá. Vit kunnu avrika júst tað sama, óansæð hvussu vit síggja út. Um tað er nakar, so eru tað bara vit sjálvar, ið forða okkum. So við ella uttan bróst… Tey rundan um teg elska teg júst sum tey gjørdu áðrenn, og kanska enn meira. Og eg ímyndi mær, at koma út aftur í hinum endanum, aftaná eina tíllíka uppliving, einans ger teg sterkari. Er tað ikki fantastiskt?

Tað er ótrúliga gevandi at lesa søgurnar, har kvinnur við bróstkrabba greiða frá. Áhh den styrki. Tað kann man ikki annað enn síggja upp til.. Og so grenji eg, tá eg skal møta kl.08 fríggjamorgun. Illa er trupulleikarnir býttir ímillum okkum ha? Tað er gott at tað verður varpað ljós á hesar søgurnar, og hetta er veruliga við til at seta okkara luksus lív í sjónarhorn. Krabbameinsfelagið í Føroyum hevur HESA facebook síðuna, har millum annað hesar sterku søgurnar verða lagdar út.

Til alla lukka eru viðgerðar umstøðurnar blivnar betur, og í Danmark eru tað faktiskt 97% sum yvirliva bróstkrabba eftir eitt ár og 86% sum yvirliva eftir 5 ár. Hetta eru miðaltølini frá 2010-2014. Men hóast hetta sær út til at verða lutfallsliga góður statistikkur, so eru tað í miðal 1158 kvinnur, sum tapa dystin ímóti bróstkrabba árliga. Hetta er eitt forferdiligt tal.. 1158 kvinnur, sum eru mammur, systrar, døtrar, ommur osf.

Men kunnu vit verja okkum ímóti at blíva raktar? Ja, í ein vissan mun. Tað vísur seg nemliga at vit hava stórri líkindi at verða raktar av bróstkrabba um vit liva í vesturheiminum í mun til dømis Asia. Hetta hevur nakað við okkara lívsstíl at gera. Um tú vilt hoyra meira um hetta, so kanst tú trýsta HER og/ella á føroysku krabbamein síðuni HER.

Tað eru nógvir ymiskar mátar at stuðla krabbameinsfelagnum, og her er ein av teimum. Einfalt List hevur gjørt hesar plakaturnar, og ein partur av peninginum fer beinleiðis til Krabbameinsfelagið. Serliga dámar mær tí til vinstru. Hon lýsir at tað eru 1 út av hvørjum 10 kvinnum, sum verða raktar av bróstkrabba. Hetta kann verða ein góð ámmining at hava á vegginum, bæði til at blíva kannað, men eisini til at økja um takksemið fyri eitt frískt likam. Um tú ynskir at ogna tær eina, kanst tú keypa hana HER.

Hetta var bara ein lítil heilsan til allar tær sterku kvinnurnar, sum berjast ímóti bróstkrabba, og øðrum sjúkum. Minnist til, at tykkara styrki gevur íblástur og stimbran til so nógv onnur rundan um tykkum.

M&K

 

Skriv et svar