Loppurnar og eg eru góðar

image

Tað er “Aarhus Festuge” og her eru nógv tiltøk at fara til. Eg var á loppumarkna í gjár. (Ja, aftur nú) Yayy, so er dagurin bjargaður! Og eg var so über heppin, men har var eitt minus.. Kenna tit tað, at man gongur í handlar og hyggur eftir klæðum, men man hevur onkran við sær, sum reyvkeðir seg!? Ja rotið! Eg hevði tað, ganga við tvey í gjár.. Tveir hanar sum hildu at hetta var ultra óintresant, men fyrireikarnir høvdu haft hetta í huga. Tí nakrar metrar longur yviri, var ein matmarknaður, so eg fekk lættliga skumpa hanarnar yvir í tann rætningin, so eg kundi njóta mína uppliving. Altso sum eg hugni mær, tá eg gangi og mali ímillum hesar básarnar. Har er nógv stuttligt at síggja og altíð líka nógv, sum eg havi hug at draga heim við mær. Men hesuferð var eg góð til at skilja frá. Men eg kom ikki tómhent heim.

image

Eg fekk eina tasku, troyggju og ein niðurdeil. Alt fyri 90kr. Og tá var tað kanska eitt sindur dýrari enn tað plagar at vera. Men glað var eg, og glað vóru tey sum eg keypti tað frá. Eg elski tankan um, at tað sum onnur eru so troytt av, kann eg blíva so glað fyri. So kann eitt plagg ella ein lutur liva í ævir, um bara man ber tað víðari til onkran annan. Fyri meg nýtist tað ikki at vera nýtt og feilfrítt fyri at vera vakurt. Soleiðis eru vit so ymisk 😊

Eg leyp so beint í flotta niðurdeilin áðrenn vit fóru út í gjárkvøldið. Tadaaa, eg føldi meg sum eina millión í nýggja plagginum, sum kostaði mær 5kr. Ja 5kr!! Tað má eg altso kalla eitt kup!

 image

Skriv et svar