M Í N F E R I U S T Í L U R

Onkuntíð spyrji eg meg sjálva, hví eg tími at brúka so nógvar pengar, tíð og orku uppá at klæðir, make-up, hár osf. Men hvussu eg vendi og dragi tí, so ger tað meg onkursvegna glaða, tí eg fái brúkt mín kreativitet. Tað kann tykjast onkisigandi fyri nøkur, men fyri meg er tað ein partur av mær og tað hevur tað altíð verið og eg haldi tað verða stuttligt.

Tá man velur at búgv í Føroyum, velur man summarið frá. (Ja eg veit at man fær nógv annað). Men tá tað kemur til klædnastíl, haldi eg ofta at føroyska veðrið setur mørk. Tað eru fáar dagar um ári, har summarklæðir rigga til veðrið í føroyum. Mær dámar væl ljósar litir og tað kennist næstan skeift at fara í pastel litir tá veðrið er grátt og vátt uttanfyri. So eitt sum mær dámar sera væl, við at búgva í Danmark og við at ferðast uttanlanda, er at sleppa í summarklæðini. So síðani eg flutti niður, er klædniskápið byrjað at innibera meira og meira av summarklæðum. Altso tað var lekkurt at sleppa at taka tey fram, tá eg skuldi pakka. Summarkjólar, toppar, shorts, bikini, sandalir, stilettir, kimono osf. Eg føli at mín klædnastílur riggar nógv betur til summarið enn veturin, so tað var lekkurt at sleppa at útfolda meg í nakrar dagar. Omanfyri kanst tú fáa innlit í, hvat look mær dámdi best á feriuni í Thailandi.

*******

Y N D I S   P L A G G

   

Mær dámar best at verða í onkrum sum ikki kennist for kroyst. Helst tá eg eri á feriu og skal slappa av. Onki er so irriterandi, sum ein strammur niðurdeilur, sum blívur við at glíða upp + at skula halda búkin inni 24/7. Tað veit denn, tað eri eg blivin for gomul til. Tað er ikki tað vert longur, haha.. so dámar mær betur buksidraktir, leysar kjólar, shorts og ein lekkran topp.

Eg keypti hesa lekkru shorts/buksidraktina í einum lítlum handli í Kata Beach Phuket. Hetta er perfekt, til ein aktivan dag. Hon er leys og luftig + at eg ikki var noydd til at hava bh innan fyri. So blívur tað ikki nógv betur! Mær dámar so væl nude litin, við koral og turkis brodera á bringuni. Eg hevði ynskt at átt hesa í tíggju ymiskum litum, tí so hevði eg verið í henni hvønn dag.

Y N D I S   B I K I N I

  

Eg havi ofta hildið tað verið torført at funnið eitt perfekt bikini til mín. Trussurnar eru ikki líka krevjandi, sum toppurin. Men nú haldi eg, at eg havi funnið útav hvat riggar til mín. Eg gekk amok áðrenn vit fóru avstað og keypti mær trý nýggj bikini! (Tað brúkar man jú so nógv ha? Not!) Náhh, líka mikið. Eg fekk tey bílig, so tað er ongin undirgangur. Líka sum at eg ikki tími at verða í somu klæðum fleiri dagar á ræð, so tími eg heldur ikki at verða í somu svimjiklæðum. Nú fær man eisini bikini í so nógvum ymiskum sniðum, so tað var gott at hava okkurt at velja ímillum. Men hvat endar man við at brúka mest?? Eg fann útav at eg hevði eitt yndis sett, og tað var hetta koral litta frá H&M. Eg fekk tað á útsølu fyri 70kr. Sig so ikki tað. Fyri tað fyrsta dámar mær so væl fríska litin + at man bæði kann binda bikintrussurnar og toppin sjálvur. Eg orki ikki fyri bikinitrussum, sum stramma (tað fær síðudellivinkurnar at síggja 10 ferð so stórar út). Eisini dámar mær væl blondurnar, sum hanga oman yvir bringuna á toppinum, so eg slapp frá at hugsa um bappilutturnar brádliga dáttu úr. So hetta fer ongan veg. Tó verður tað ikki brúkt í nærmastu framtíð, men heilt sikkurt goymt til í summar.

Y N D I S   S A N D A L I R

Altsoo, tað er ikki yvirdrivið, tá eg sigi at eg eri totalt forelskað í mínum nýggju sandalum. Og vita tit hvat? Eg havi soo særtar føtur, og fái sár av flestu skóm. Eg ivaðist í at keypa tær, tí eg helt ikki at tær sóu so bleytar út. Men tær eru bæði góðar at verða í, og so eru tær bara soo penar! Nú angri eg, at eg ikki eisini keypti tær í svørtum! Typiskt tá man finnur okkurt uttanlands ha? Gott er. So leingi eg havi hesar, so er gott. Tað vóru soo nógvir penir skógvar/sandalir í Thailandi. Nógvir sum høvdu líknandi prýði framman, og eftir bløðunum at døma, er tað inn í løtuni. Hetta minnir meg um bláu stilettirnar hjá Carrie Bradshaw í SATC filminum, og um tað er ein stílur mær dámar væl, so er tað stílurin hjá henni! So hesum mótarákinum eri eg longu fan av!

Y N D I S   H Á R U P P S E T A N

Bobblihalar! Tá man ferðast suður eftir, og hevur langt hár, er deiligt at fáa tað burtur frá andlitinum. Áhh, bara tankin um tá hárið liggur klistra at sveittuta nakkanum. Sólkremið ger tað feittut, og tað er ikki altíð líka sjarmerandi. Tað er sanniliga ikki altíð so lætt at fáa ”beach hair” lookið, og tí valdi eg okkurt annað. Hendan dagin skuldu vit í jungluna og eg helt at hendan háruppsetanin var eitt sindur jungle’slig. Eisini deiligt at hava hárið burtur frá andlitinum, tá man skal verða úti í ein heilan dag, í so nógvum hitastigum. Eg kendi meg sum jungle-Jane og tað var perfekt!

Y N D I S  ” T A N ” 😉

 

Eg eri ein av teimum, sum ikki tímur at brúka alla feriuna uppá at sóla mær og hava fokus á at eg SKAL fáa lit. (um eg so hevði ligið allan dagin, hvønn dag, hevði tað ikki rigga at líka væl, soo tað er nyttuleyst.) Men samstundis, haldi eg tað verða lekkurt at hava eitt sindur av liti, tí velji eg heldur ein góðan sjálvbrúnara + at sóla mær eitt sindur. Kenna tit ikki tað, at man heldur man hevur ligið á strondini allan dagin, men næstan onga farvu hevur fingið. So gera man tað sama dagin eftir og dagin eftir. So tá man kemur heim, so er tað fyrsta man hoyrir ”Oyjøø, altso tú hevur ikki fingið so nógva farvu ha?”. Nemliga.. onki stuttligt. So faketan it is! Wuhuuu, nógv smartari. Eg royndi ein nýggjan sjálvbrúnar hesuferð. Helli hann riggaði væl. Hann var bíligur og lættur at smyrja á. So eg smurdi mær eitt lag áðrenn, og so eitt afturat mitt í feriuni, og hevði deiligan lit allan túrin.

Skriv et svar