>>>> Make-up Tutorial – Gullglimmur eygnaskuggar <<<<

So var fyrsta video’ið her!

Eg eri ordiliga spent uppá at vísa tykkum hetta. At gera make-up tutorials er nakað spildur nýtt fyri meg, so eg má viðganga at eg eisini eri eitt sindur nervøs. Men tvass, nú geri eg tað og hvat tá? Ha? man skal ikki altíð hugsa for nógv um tað, tí ofta endar man við at leggja alt frá sær, tá tað verður vent og dragað ov nógv. So eg leyp út í tað.

Við hesum lookinum er fokus á bæði eygum og varrum. Tað hevur verið sagt at vit skulu velja at hava fokus á antin eygum ella varrum, men í dag er alt loyv.

Hetta lookið er nokk so ógvusligt og edgy, men tað haldi eg eisini er loyv tá man fer á jólafrokost ella til aðrar serligar veistlur. Av tí at so nógv fokus er á smynkuni hóskar tað væl at koyra alt hárið í ein stramman topp (um man klæðir tað) og kanska fara í okkurt sum er eitt sindur neutralt. Hetta hóskar serliga væl til ein lekkran svartan kjóla.

Tú kanst nýta tað smynkuna tú hevur, men fyri júst hetta lookið er umráðani at tú hevur ein gullglimmur eygnaskugga og eina brúna varrastift, fyri at fullføra júst hetta lookið. Men tú kanst saktans eisini nýta okkurt sum minnur um.

So er bara at trýsta á “play” og fara í gongd. Brynja teg við eitt sindur av toli og so skal tað nokk ganga. Um tú hevur spurningar, so er bara at spyrja.

Vónandi fekk tú íblástur.

M&K

Skriv et svar