>>>> Make-up tutorial – Yndisligar varrar <<<<

Heyy fittu damur!

So var næsta video her, juhuu! Hesuferð er tað eitt yndisligt look har fokus er á reyðu varrunum.

Er nakað meira jólaligt enn reyðar varrar? Niks!

Jólafrokostarnir eru av alvor við at fara á rull og tá er stuttligt at gera eitt sindur eyka burturúr. Fyri meg og vinkonurnar er tað líka stuttligt at gera seg klára, sum at verða til sjálva veistluna. Tað er okkurt serligt við at snolla seg saman við vinkonunum og tá vit kenna okkum vakrar gerst kvøldið enn stuttligari.

Hetta er eitt av mínum yndis look’um. Einfalt, klassiskt og yndisligt. Hetta er ein sikkur vinnari og eitt look ið tey flestu kunnu bera.

Her er høvuðsfokus heilt sikkurt á varrunum ímeðan eyguni verða hildin dempaði og rein. Fyri hetta lookið er umráðandi at húðin er jøvn og sløtt. Skuggarnir eru flótandi og sum heild er hetta eitt bleytt og kvinnuligt look.

Tær nýtist ikki at nýta júst tey somu produktini, sum eg nýti. Brúka tað tú eigur, men mest umráðandi fyri at fullføra hetta lookið er at tú hevur:

1. Reyða varrastift
2. Ein góðan eyelinara
3. Putur og/ella foundation at skapa skuggar við.

img_7010

Vónandi kann hetta video’ið geva tær íblástur til títt veistlulook.

M&K

Skriv et svar