Mammubloggur – Eg kendi meg miseydnaða, tí eg ikki megnaði at geva bróst

Nú er didda blivin tveir mánaðar, (ja, hvar fer tíðin?). Lívið sum mamma og foreldur er fantastiskt, og sum eg skilji á lagnum, hava vit eitt sera lætt barn. Didda er so góð og glað, hon elskar at verða mitt í rokanum, og tað riggar væl, nú vit eru heima í Føroyum.

Tað er nokk so lang tíð gingin, síðani eg skrivaði ein blogg. Ikki tí at eg ikki havi havt nógv uppá hjartað, men tí at stundin ikki hevur verið til tess. Tann fyrsta tíðin sum mamma var nemliga heilt ótrúliga hørð, og tað haldi eg verða sera umráðandi at deila, tí hetta var eg slett ikki klár uppá.

Tey sum hava lisið mína føðisøgu, vita at vit høvdu eina harða føðing. Didda hevði trupulleikar í byrjanini, eg hevði verkir í 60 tímar og misti sera nógv blóð. Mín kroppur var fullkomiliga útbrendur, so tá vit skuldu fara í holt við at amma, komu trupulleikar skjótt.

Eg minnist so væl tann dagin vit komu heim av sjúkrahúsinum. Tað var ein fríggjadagur, sólin skein oman og niðan. Alt var fullkomið og eg kendi meg soo soo eydnusama. Nú vóru vit endiliga ein familja og eg var púra high av nýggju tilveruni. Men tað broyttist skjótt. Eg hevði ongan matarlyst og fekk slett ikki sovið. (Hetta hevur ringa ávirkan á mjólkaframleiðsluna, so longu tá var eg í einari óndari ringrás). Dagin eftir kom heilsusystirin, so vit máttu gera íbúðina so reina sum yvirhøvur gjørligt (tí eg var sannførd um, at annars fór hon sikkurt at taka diddu frá okkum) haha.. ja man er eitt sindur ørur í heysinum, beint eftir eina føðing.

Heilsusystirin kom og vit hildu at alt gekk væl, men ammingin var ikki komin uppá pláss. Eg mátti brúka suttebrik, pumpa út og geva henna eyka mjólka erstatning, men jaja, hetta var ikki óvanligt. Men oyjøssus tað var hart! Altso tað var so forbiðið stravið, eg havi ikki vita tílíkt. Bæði kroppsliga, men enn meira kensluliga. Eg hugsaði við mær sjálvari “hví hevur ongin fortalt mær um hetta!?” Eg var simpulten í kolkjallarinum, og sannførd um at eg var áveg at fáa eina føðidepression. Eg var so kedd! Ongantíð havi eg verið so kedd sum tá. Tað at eg ikki megnaði at metta mítt egna barn. Eg kendi meg sum eina fiasko.. eg græt og græt, eg kendi meg óbrúkiliga og minnist at eg tók so synd í diddu, at hon hevði fingið meg til mammu. Tárini trillaði niður, meðan eg royndi at geva henni. Hóast didda ongantíð græt, so merkti eg/vit á henni at hon ikki varð mett. Í øllum hesum hurlivasanum, vóru eisini góðar løtur, men trupulleikarnir av ammingini domineraðu sikkurt 90% av tíðini.

Eg vildi ikki geva upp. Sum flestu mammur, vildi eg sooo fegin geva bróst. Eg var bangin fyri at vit ikki fóru at knýta okkum uppá sama máta annars. Í næstan fýra vikur vóru vit í hesum, ja hvat skal eg kalla tað ? Tað kendist sum ein rutsjibani (og eg hati rutsjibanar). Alt var so óvist og rokaligt. Har var ongin ró og nýggja tilveran, var sum at fáa ein framman á hvønn dag. Tí hvønn dag snúði alt seg um at amma, og hvørja fer eg gav henni, kendist tað sum eitt niðurlag, tí hon ikki bleiv mett. Heilsusystirin var nærum fastur gestur hjá okkum. Eg goymdi onki fyri henni, eg vísti henni júst soleiðis sum eg hevði tað, so hon fekk eitt veruligt innlit í hvussu støðan var og soleiðis fekk stuðla og vegleitt okkum best.

Tá didda var nærum fýra vikur, hildu vit at nú var tíð uppá at tað kom ró yvir tað heila. Tíð uppá at vit kundu njóta hana, verða glað og byggja okkum ein positivan gerandisdag, sum nýggj familja. Eg var noydd til at steðga við at brúka alla mína orku uppá at amma og heldur leggja orkuna í hetta deiliga barn og gleðast um hesa fyrstu tíðina. Tá vit, saman við heilsusystrini komu til niðurstøðuna, at tað nokk var tað besta fyri okkum øll, at geva fløsku, kendist tað faktisk sum ein lætti. Tað var sum at hava verið til arbeiðis í ein mánaða út í eitt, uttan pausu og so brádliga at fáa at vita, at nú var feria!

Tað stutta av tí langa, er at hetta VAR/ER rætta valið fyri okkum. Síðani vit tóku hasa avgerðina, er alt broytt! Didda er gleðari, eg eri gleðari og maðurin er eisini gleðari. So hví skuldi eg heingja meg fasta í, at eg var ein fiasko, tí eg ikki kundi geva bróst?? Tað er forferdiligt at hugsa aftur á hasar fyrstu vikurnar nú, og vita hvussu nógv orka bleiv spilt burtur. Eg var alt ov hørð við meg sjálva, og bleiv fullkomiliga í ørviti av at verða ein óvirkandi heimagangandi mjólkamaskina. Nú síggi eg so nógvar fyrimunir við at geva fløsku, og haldi tað verða so deiligt! Didda fær nógvan nærleika, hóast hon fær mat úr einari fløsku. Tað var kanska líka so nógv, at eg ikki vildi virka sum ein ófullkomin mamma, sum gjørdi at eg bleiv við at prøva so leingi.

Í dag kenni eg meg ikki sum eina vánaliga mammu, men heldur sum eina mammu, ið tók tørvin hjá barninum framum mín egna. Tí didda er glað, so leingi hon fær mat. Nærleikin kann gevast uppá nógvar aðrar mátar, enn við at geva bróst.

Sum mammur gera vit okkara besta fyri okkara børn, og tað skulu vit verða stoltar av, tí tað er ikki bara ein dansur á rósum.

(um nakar stríðist við sama trupulleika, er tú vælkomin at skriva til mín. Tí tann møguleikan hevði eg ynskt at havt, tá eg stóð ørkymlað mitt í hurlivasanum.)

M&K

Skriv et svar