Mammu’sa føstulávints bollar

Eg minnist so væl, tá mamma plagdi at gera hesar føstulávints bollarnar. Onki roks og fjas. Bara einkult og lekkurt.

Tilfar til uml.25 bollar

500 g mjøl

200 margarin

75 ger

50 g sukur

1 tsk salt

2 egg

2 dl mjólk

Fylla

100 g smør

100 g sukur

1 spk mjøl

25 marcipan

(tú kanst saktans gera meira av fyllu, tað ger tað bara enn lekkrari)

Arbeiðsháttur

Set ovnin á 220 stig (uttan luft)

Hita mjólkina, so hon er lunka, og morla gerina í. Koyr síðani sukur, margarin, egg, salt og mjólk í blandið og rør. Enda við at stroya mjøl í blandið og elt tað væl saman. Lat tað síðani ganga í 15 minuttir.

Til fylluna pískar tú alt tilfarið saman.

Deil nú deiggið í tveir partar, og rulla tað út til ein stóran fýrakant. Deil síðani deiggið í smáar fýrakantar og koyr eina teskeið av fyllu á míðjuna.

Minst til at lukka deiggið væl rundan um fylluna, so tað líkist einum vanligum bolla. Legg bollan á bakipappírið á plátuni, við lukkaða partinum niður eftir, og trýst hann eitt sindur flatan. (Um tú hevur hug, kanst tú trýsta eitt hol niður í bollan, og koyra eitt sindur av súltutoy ella køkukrem í). Lat teir hvíla í 10 minuttir.

Bollarnir penslast við eggi, áðrenn teir verða bakaðir í ovninum.

Tað er sera ymiskt frá ovni til ovn, so hald eyga við teimum. Bakitíðin er 10-20 minuttir.

Tá teir eru lidnar, er bara eftir at pynta teir við glasuri og njóta teir.

    

MUMS!

M&K

 

 

Skriv et svar