Manglar tær kjóla til brúdleyp í summar?

Brúðarsesongin nærkast og kjólin skal finnast.

Til brúdleyp kanst tú lata teg í títt fínasta puss, so leingi tað ikki hevur hvíta litin. Tað er nemliga ikki loyv, at bera sama lit, sum brúðurin. Men har aftur ímóti, eru sera nógvir aðrir møguleikar. Beint nú er tað sera inn við mynstrum, flesum, sterkum litum, sum gulum og reyðum, og so sjálvandi yndisliturin ljósareytt. Særti ljósabláið liturin sleppur eisini uppí part og helst við hvítum strípum.

Eg havi fingið fleiri spurningar, frá vinkonum, sum eru í iva um, hvat man fer í til brúdleyp.

Altso, mín meining er, at man skal fara all in! Fær í tað fínasta tú eigur. Onki er for nógv! Leyp út í tað. Far í onkran lekkran lit, sum tú kanska ikki ert í, í gerandisdegnu. Far í tann kjólan, sum hevur goymt seg í skápinum alt ov leingi, sum hungrar eftir at sleppa út í ljósið. Vit skulu ikki óttast at fara í tað okkum dámar. Lat hesuferð tann trygga svarta kjólan liggja eftir, og brót tínar vanar.

Eg ynski at allar damurnar, sum koma at hátíðarhalda stóra dagin saman við okkum, fara at strála! Tað er stuttligt at snolla seg viðhvørt, og brúdleyp er tað perfekta høvi.

Eg havi funnið nøkur uppskot til tykkum. Her er nógvir vakrir litir, og summarlig snið. Teir flestu kosta minni enn 500kr, so hetta er til at klára.

Tann fyrsti er hesin flotti flotti kjólin við tí vakrasta blómumynstrinum. Hann framhevar tínar formar, og goymur tað, tú kanska ikki hevur hug at vísa. Sniðið er stílfult og kvinnuligt. WAAAUW!! Heilt sikkurt ein av mínum yndis. Leinkjuna til hann, finnurt tú HER.

Um tú hevur hugt í klædnahandlar seinastu tíðini, hevur tú heilt sikkurt sæð fríska gula litin. Eisini hevur hesin nakrar fínar detaljur, við flesum og blondum. Hann hevur eina romantiska kenslu yvir sær og kann stylast uppá nógvar ymiskar mátar. Tú finnur hann HER.

YES! Over-the-shoulder dillan er enn til staðar! Wauuw! Hesin er bæði romantiskum og eitt sindur frekur við slissinum. Vøkru blondirnar og beru herðarnir geva eitt sera kvinnuligt og feminint look. Liturin er barasta so elegantur. Trýst HER   , so tú kanst ogna tær hann.

Kann man fara skeivur við einum reyðum kjóla?! Nei ha? Hesin er perfektur til brúdleyp. Hann er fótsíður, og hevur opnan rygg. Flesarnar fella so vakurt um ermholurnar og bandið um hálsin spælir væl saman við. Um tú hevur gott eyga á hesum, so kanst tú finna hann HER.

Blondurnar eru enn eitt hitt! Bara tær ongantíð fara av móta, tí tær eru soo vakrar. Hesin riggar væl til tín, sum dámar tað eitt sindur einfalt. Hesin kjólin er nokk í sær sjálvum, og nýtist tí ikki nakað serligt tilhoyr. Trýst HER um tú ynskir at síggja meira.

Enn ein gulur! Liturin er bara so vakur og frískur. Sniðið á hesum sigur bara WAUW! Trýst HER fyri at síggja fleiri myndir. Altso hesin er elegantur.

Eg haldi so avgjørt, at hendan er áveg í brúdleyp. Er hesin ikki bara flottur?? Langur, við “slå-om” sum gevur ein so vakran kropsform. Um tú heldur at hann er ov niðurringaður, kanst tú saktans fara í ein ljósan blondutopp innanfyri. Eg trúgvi at nógvar høvdu riggað væl í hesum, tí hann framhevar taljuna og yvirpartin. Er tað ikki tað vit ynskja okkum? Finn hann HER.

Eg eri ikki so nógv til svart, men hesin er soo flottur. Ljósa mynstrið, gevur honum eitt sindur av spenningi. Blondurnar prýða hann væl, og gera hann festligan. Sniðið framhevar teir kvinnuligu formarnar, uttan at vísa alt ov nógva húð. Wauw!! Tú kanst finna hann HER.

Fann tú okkurt tær dámdi?

Kanska eg skal finna mær ein, sum eg kann fara í dagin eftir, til brúðarhús 😉

M&K

Skriv et svar