Manglar tær “List” á veggin?

IMG_8041

Eg eri ikki nakar Picasso, men aftaná ein langan dag, dámar mær væl at sita og gera eitthvørt kreativt. (Eg eri sum børnini, eg vil helst koyra tað í rammu, og hanga tað upp, beinanveg). Gott at eg havi ein lagaligan sjeik, sum tímur at hava mína “list” hangandi.

Men eg haldi sagtans, at tað kann brúkast. Eg keypti mær ein blokk við semi góðum pappíri og tveir svartar pennar í Tiger, fyri umleið 50kr í alt. So hetta er tað eg siti og tekni við.

Eg plagi at hyggja á pinterest, instagram og googla fyri at finna íblástur, til hvat eg kann tekna. Tað skal ikki altíð so nógv til, fyri at tað skal síggja pyntiligt út.

Hesar báðar tekningarnar omanfyri, sat eg og gjørdi tað eina kvøldið.

Deiliga avstressandi við einum drekkamunni og tónleiki.

M&K

Skriv et svar