Manglar tær mammugávuna? Tú kanst fáa eina frá mær, ókeypis!

Áhh Mamma, ongin er sum tú!

Tað eru ymsar meiningar um at hátíðarhalda mammudagar, pápadagar, valentine’s day osf. Tað er meira enn einaferð, at eg havi rent meg í setningin “Vígdis, tað er ein penga maskina!!”. Men veist tú hvat? tað er júst hvat man sjálvur ger tað til. Tað nýtist ikki at hava nakað við pengar at gera, og mamma hevur altíð sagt, at “kærleiki skaðar ongan”. Púra beint, so here we go!

Eg spurdi nakrar vinkonur, hvussu tær vildu lýst mammu sína við trimum orðum.

Mín hugsan við hesum, var at gera eina yrking, við íblástri frá hesum lýsingarorðunum. Hetta bleiv til meira, enn bert eina hugsan. Eg haldi at tað eydnaðist væl at nýta lýsingarorðini, sum vinkonurnar komu við. Hetta bleiv ein felagsverkætlan, so túsund takk fyri tað, mínar fittu vinkonur.

mammaudagur yrking PNG

Tú finnur eina pdf-útgávu av yrkingini HER

Nú ein er blivin tað eldri, skilir man betur hvat mamman veruliga hevur givið sær. Hvat hon hevur offrað, og hvussu nógva orku hon hevur brúkt, uppá at geva einum tað allar besta. Tað er torført at hugsa sær, at ein nakrantíð fer at klára at rinda henni aftur, fyri alt hon hevur givið.

Mamma mín er so forbiðið stuttlig! Ofta flenni eg meira eftir henni, enn við henni. Eg haldi ikki at hon veit av hvussu stuttligt hon er, og tey sum ikki kenna hana so væl, vita tað nokk heldur ikki. Men ongin fær meg at flenna sum hon. Altso tað slagið av látri, har tú pissar í buks og tárini trilla. Fantastiskt! Eg gleði meg at koma heim til mammu, um ikki so langa tíð.

Hendan yrkingin lýsir ikki bert mammu mína, men kanska eisini mammu tína og mammu, mammu tína. Mammur eru gjørdar av nøkrum heilt serligum, og tær hava uppiborði allan kærleikan ið tær kunnu fáa.

Av tí at mín mamma er so deiliga old school, uttan facebook og dagliga nýtslu av alnótini, so helt eg at eg kundi deila hetta við tykkum í dag, í so fall at onkur av tykkum, vildi gleða mammu sína við hesari yrking í morgin.

Vónandi fáa allar mammur eitt eykamstórt klemm í morgin. Góðan mammudag!

M&K

Skriv et svar