Marcipan konfekt við nougat og pistacie

Endiliga vikuskifti, og onki er so lekkurt sum at vakna leygarmorgun! Hevur tú hug at diggast í køkinum, so havi eg okkurt lekkurt til tín.

Heimsins lættasta konfekt?

Tilfar

200 g marcipan

200 nougat

50 g ósaltaðar pistacienøtur

Arbeiðsháttur

Rulla marcipanið í ein fýrakant. Tað skal helst kunnu liggja í einari lítlari plátu ella onkrum líknandi. Eg koyrdi marcipanið ímillum tveir frystiposar, tí tá haldi eg tað verða lættari at rulla út.

Síðani smeltar tú nougat yvir vatnbað, og stoytir tað omanyvir marcipanið.

Til seinast stroyir tú hakkaðu pistacienøtirnar omanyvir.

Tadaaaaa! hatta var alt tú skuldi gera. Lat tað standa á køl í køliskápinum, áðrenn tú skerir tað í smáar bitar. Síðani kann tað goymast í tøttum ílati í køliskápinum.

Hetta er perfekt afturvið einum koppi av kaffi ella the.

 

Hvat eru jólamánaðarnir bara hugnaligir!

M&K

Skriv et svar