Mega kup! på Godsbanen

Yayyyyy! hygg hvat eg fann!

IMG_7504Eg elski at verda á loppumarkna og nú eg búgvi í Aarhus, er nokk at velja ímillum. Umleið annaðhvønn mána, er tann besti marknadurin á Godsbananum, sum liggur tætt vid hjá okkum. Her komi eg altíð heim vid fyltum posa og sekki. Har er sooo nógv at velja ímillum, at eg kundi fylt í ein heilan bil! Meeeen eg royni at halda mær í skinninum.

Hesa fer fann eg júst tað eg manglaði! Trý pør av skóm, til allar festligheitir. Bæði frá Vagabond og Moss, so eitt sindur av kvaliteti er eisini í hesum lutunum.

Eisini fann eg eitt belti og ein svartan jakka sum eg eisini havi leitað eftir. Síðst men ikki minst, fann eg tvey pløgg sum verða góð, tá tad skjótt fer at blíva eitt lítið sindur heitari. Nemliga ein blomstruttan niðurdeil og eina buksu/shorts-drakt.

Tað festligasta við at keypa klæðir úr endurnytslu handlum, er at tad er super bíligt og á tann hátt kanst tú skifta klædnaskápið út í heilum. Just the way I like it.

Tað kann væl verða at klæðini ikki eru spildur nyggj og at okkurt brek er at finna. Men fyri meg er hetta ein super loysn, tá man livur av SU og samtíðis hevur hug at forkela seg sjálva. + tad er gott fyri umhvørvið.

M&K

Skriv et svar