Melodi Grand Prix 2016!

Juhuuu, so er tíðin aftur komin til árliga Melodi Grand Prixi!

Síðani eg var heilt lítil, hevur hetta verið ein serligur dagur, heima hjá okkum. Mamma hevur altíð verið so spent uppá Mpg, og tað havi eg arvað frá henni. Eg haldi kanska tað er blivið eitt sindur meira crazy við árunum, men hvat tá? Alt annað er eisini blivin rættliga crazy, so hví skuldi hetta staðið í stað? Eg haldi tað er fínasta slag.

Nú havi eg hugt eftir semi finalunum bæði týskvøldið og hóskvøldið, og ’scenushowið” er fullkomuliga tikið til aðrar hæddir í ár. So um ikki man tímur at lurta, so er eisini okkurt at hyggja eftir.

Danskarnir stakklarnir, sloppu ikki víðari í ár. Mær dámdi væl sangin, men helt at teirra framførsla til semifinaluna var alt ov veik.. Faktisk pínlig til tíðir. Hatta var kanska í so ‘cheese’. Noreg og Finland komu heldur ikki víðari. So Svøríki er einasta norðurlendska landi, sum er í finaluni “Heja Sverige!!”.

Mín yndis sangur í ár er frá Lithuania. Tú kanst hoyra hann omanfyri. Deiliga popputur og fangandi! Júst sum ein góður Mpg sangur skal vera. Annars siga book maker’nir at Russland fer at vinna.. puhaa, hann dámdi mær slett ikki. Men nú fáa vit at síggja.

Vit hava bjóðað vinfólkum heim til okkum í kvøld, og byrjaðu at stákast við matin longu í gjárkvøldið. Maturin er jú mest umráðandi!!! Hvat skuldi eg gjørt uttan mat?

Nåhh men, hvørjum halda tit við í kvøld? Tað kann ikk passa at eg eri tann einasta, sum fylgi við Melodi Grand Prixnum?? Nei tað trúgvi eg ikki uppá. Fortel mær hvørjum tú heldur við, so lovi eg at eg eisini skal krossa fingrar fyri tínum yndis 🙂

M&K

Skriv et svar