Valentine’s Day – Nakað fyri teg?

Tað fyrsta eg hugsi um, tá eg hoyri “valentine” og “day” í sama setningi er: rósur, rósubløð, blómur, sjokuláta, góður matur, klemm, muss, gleði, forelskilsi, kærleiki. Ja eg kundi blívi við. Tí um tú heldur mær dámar væl sukursøtar lutir, viðv. innrætting, køkum osf, so eri eg enn søtari innaní. Eg vanti at mamma hevur etið soo nógv sukur tá hon bar meg, at eg havi tikið skaða. Haha.. nei tvætl. Men jú, eg blívi heit um hjarta tá eg hugsi um Valentines day.

Tað er barasta so fitt at síggja forelskaði pør og at hoyra um hvussu tey brúka valentines dagin saman. Ja, tað kann gott vera at maðurin ikki heldur tað vera tað feitasta í verðini, men tað at hann hóast alt ger okkurt burturúr, er so fitt. Fyri at gleða damuna sjálvandi. Tað ER altso, eftir mínari meining, rættiliga fitt.

Hví ikki taka av, tá ein heilur dagur er settur av bara til at hava fokus á kærleika (handlarnir hava fokus á pengunum sjálvandi, tí teir tjena kassan). Deiligt hjá teimum. Men so í hinum endanum, so seta handlarnir og matstovurnar eisini góðar rammur til at gera okkurt serligt burturúr degnum. Nú ljóðar tað, sum um man MÁ brúka pengar fyri at verða romantiskur á valentines degnum, men tað haldi eg slett ikki. Eg haldi bara hetta er ein upplagdur møguleiki at gera okkurt serligt fyri hvønn annan. Okkurt sum makin verður glaður fyri. Tað kann verða nokk, at planleggja ein gongutúr og smyrja tvær breyðflýsar við til matpakka. Ongin sigur at tað skal gerast eitt øgiligt hóvasták burturúr. Tað er meira tankin, sum telur.

Sum konufólk hava vit tað nokk so lætt. Vegurin til mansins hjarta er ígjøgnum búkin. (tað er tað so í hvussu er hjá mínum). So hví ikki baka ein lekkra køku ella gera honum nátturðan, sum hann elskar? Tað hevði eg gjørt, um mín var heima, men tað verður hann ikki, so eg sleppi undan.

Ja og hvat nú, um man er stakur og ongan maka hevur at forkelað? Jamen so hevur tú heilt sikkurt onkra vinkonu í somu støðu. Farið á vinkonudate! Brúki kvøldið saman og forkeli tykkum sjálvar og hvørja aðra. (Hetta kann ofta blíva nógv stuttligari, enn ein date við mannfólki).

So samanum tikið so haldi eg at valentines dagurin er soo deiligur og romantiskur. Kanska í so upp reklameraður, og kanska eitt sindur ov nógv trýst liggur á honum. Men útyvir tað, so dámar mær væl tá fokus er á “the loooooooove”.

Hvat heldur tú?

P.S. Í samband at Valentine’s Day er í komandi viku, kunnu tit gleða tykkum til eina “Give Away” seinni í vikuni!

M&K

Skriv et svar