Mín fyrsta tíðargrein í “Vikuskiftis Sosialinum”

Nú hevur verið friðarligt á Sukursøtt hesa vikuna. Tað mugu tit orsaka. Tað er tí at summarferian er av og eg havi verið aftur á skúlabonki hesa vikuna. Tað var ikki ein lagalig byrjan vit fingu hetta semestrið. Neinei, 350 síður at lesa hesa vikuna, gerð so væl! So tað hevur verið grátur og tannagrísl. Men tað gongur altíð onkursvegna hóast alt.

Fyri umleið einari viku síðani bleiv eg spurd, um eg hevði hug til at skriva eina tíðargrein til Vikuskiftis Sosialin. Eg havi altíð elskað at skriva. Eg havi skrivað dagbøkur síðani eg var lítil, skriva sangir osf. Orsøkin til at Sukursøtt kom upp at standa, var nokk eisini partvís av tí sama. So eg var ikki í iva, og segði JA! beinanveg. Og nú er greinin her! Mín allar fyrsta grein. (vónandi ikki mín seinasta). Hetta er eitt tað stuttligasta arbeiði eg nakrantíð havi haft. Samstundis sum eg eri spent, glað og stolt, so kann eg ikki lúgva meg frá, at eg eisini eri eitt sindur nervøs.

Eg veit væl at hetta bara er ein grein. Ein grein ímillum túsund aðrar greinar. Men hetta er mín fyrsta ordiliga grein. Sjálvandi ynski eg at fólk skulu fáa okkurt burturúr við at lesa hana, og sjálvandi eri er nervøs fyri at onkur heldur at hetta er rein skræpa. Men eg fari ongantíð at kunna nøkta tørvin hjá øllum. Og eg vil heldur gera okkurt og læra av tí, enn onki at gera og bara standa í stað.

IMG_5608

Mær dámar so væl at lesa hugsanir hjá øðrum, onnur sjónarhorn og at onnur eisini hava áhuga í tí sum eg skrivi eri eg so glað og takksom fyri. Síðani eg var lítil havi eg lært at man skal siga sína meining og tað vil eg gjarna. Tó eri eg vælvitandi um at mín meining ikki altíð er tann rætta, ella tann sama sum fleiritalið, men tað er ikki altíð tað sum er umráðandi. Eg haldi tað vera sunt at siga sína meining, so leingi vit hava virðing fyri at øll hava loyvi til at hava ymiskar meiningar, so skal tað nokk ganga.

Tíðargreinin eitur “Tveir heimar – ein persónur”.

(Nú er tað soleiðis at eg ofta sendi tað eg skrivi, víðari til antin systir mína, pápa mín ella onkra vinkonu. So kunnu tey rætta onkur ting osf. Hesaferð hevði eg ikki funnið nakra yvirskrift, so tað er systir mín sum skal hava æruna fyri tað. Tað er gott at hava góð fólk rundan um, sum kunnu hjálpa mær.)

Eg valdi at skriva um, hvussu nógv av okkara samskifti í dag er skrivligt í mun til munnligt. Tað er komið so langt, at vit nýtast ikki at fara út um hurðina longur. So leingi vit hava telduna og snild fonina, so kunnu vit vera sosial. Men hvussu fer hetta at ávirka samskiftið í framtíðini?

Um tú hevur hug at hoyra meira um tað, kanst tú keypa Vikuskiftis Sosialin í handlunum, ella á www.sos.fo. Tað kostar einans 10kr at keypa Sosialin á netinum, so tað haldi eg so heilt sikkurt tú burdi gjørt.

Um tú hevur onkrar hugsanir um evnið, so vil eg soooo fegin hoyra tær, tí eg haldi at hetta er so spennandi. Legg endiliga eina viðmerking inn, tað hevði glett meg.

Gott vikuskifti.

M&K

Skriv et svar