Mín fyrsti tanki var “Eg fari f**** ikki at gjalda hasar 200 krónurnar!”

Ja.. eg eri ein av teimum ið gleðist um at SAS eisini fer at flúgva til Føroyar, í vón um at prísirnir fara at lækka eitt sindur. Eg meini so við, prísirnir hjá Atlantic eru (eftir mínari meining) rættiliga langt úti.

img_6365

Ferðin til Føroyar

Tveir mánaðir áðrenn vit ætlaðu okkum heim á jólum, hugdi eg eftir bilettum. Nú búgva vit í Aarhus, so vit vilja sjálvandi helst flúgva úr Billund. Eg mundi dottið av stólinum tá eg sá prísin. Um eg skuldi flúgva heim úr Billund kostaði ein tur/retur bilett beint undir 7000kr. 7000kr fyri at koma heim til Føroyar í nakrar dagar á jólum??? Eg havi ikki hoyrt so svakt.

Sjálvandi vil man sleppa heim, so tað er líka sum ikki ein spurningur um man skal fara ella ikki. Men fyri 7000kr, sigi eg altso “nei takk”.

Sooo, eg mátti fara at hyggja eftir bilettum úr Kastrup í Keypmannahavn. Har vóru tær væl bíligari og vit sloppu fyri umleið 3500-4000 kr hvør. Men tá skulu tokbilettirnar úr Aarhus og heim aftur leggjast afturat, og tað er um 500kr hvør.

Tað sum eg ikki skilji, er hví tey skulu koyra prísirnar í topp á jólum. Tey eru væl klár yvir at stórur partur av teimum ferðandi, eru fólk sum eru lesandi og liva av studningi. Eg skal brúka ein heilan mánaðarstudning, bara uppá bilettina. (ja eg veit at vit fáa ferðastuðul, men tað er bara einaferð um árið og tann stuðulin fær man aftaná jól). Eg haldi simpulten at tað er ómenniskjaligt at koyr prísin so langt upp. Altso.. um nakar veit, so eru tit vælkomin at fortelja mær tað. Men hvørjar eru eyka útreislurnar, sum eru tann einasta orsøkin sum vildi gjørt tað okey at sett prísirnar so høgar? Eg havi hvussu er ringt at fáa eyga á tær.

Tað blívur næstan soleiðis at man ikki heldur tað verða tað vert at skula gjalda so nógv fyri at koma heim. Sama gerð, vit fóru, brúktu hasar 4000-5000 krónurnar og høvdu eina góða jólaferiu heima í Føroyum.

Nýggjar reglur

Náhh, men tá eg fór heim var eg óvitandi um at eg fór at verða enn meira irriterað tá eg skuldi niður aftur. Ja eg eri ein av teimum sum pakkar alt for tá eg skal ferðast. Eg havi altíð yvirvekt. Onkuntíð sleppi eg undan at gjalda eyka og onkuntíð má eg gjalda. Fínt við tí. Tað hevur jú leingi verið soleiðis at man kundi hava 30kg við, men nú er tað broytt, tí Atlantic nú skal fylgja onkrum altjóða reglum.

Eg keypti mær eitt kempi kuffert í summar, so eg skuldi sleppa frá at bera fleiri kuffert tá eg skuldi ferðast. So síðani tá havi eg ferðast við tí kempi stóra kuffertinum og einum lítlum kufferti, sum eg havi við sum hondviðføri. Eg vildi mett at hetta var mest praktiskt fyri ein sum ferðast við nógvum viðføri. Hetta gekk sum sagt, uttan nakað hóvasták tá eg ferðaðist úr Kastrup til Vágarnar. Eg visti eisini at eg hevði eina av dýru bilettunum, so eg slapp at hava eyka nógv kg av viðføri við. Tað stóra kuffertið vigaði 31 kg áveg heim, men tað var ongin trupulleiki við tí.

Ferðin til Danmarkar

Mánadagin 2 januar standi eg so í Vága lufthavn, klár at fara niður aftur. Eg havi pakkað mítt kempi kuffert og mítt lítla kuffert. Eg valdi sjálv at tjekka inn, men maskinan fortelur mær at viðførið er ov tungt og at eg má venda mær til eitt av starvsfólkunum.

Eg lyfti kuffertið uppá og har stendur 26, 7 kg á vektini. Eg sigi við mannan innan fyri “Hetta er ikki nakar trupulleiki ha? eg havi eina dýra bilett, so eg kann í hvussu er hava 30kg við”. Men hvat? nú sigur hesin maðurin at eg faktiskt kann hava 46 kg av viðføri við MEN tað skal verða max 23 kg í hvørjum kufferti. So eg skuldi gjalda 200 kr fyri yvirvekt tí eg hevði 3,7 kg ov nógv í einum kufferti, sjálvt um eg kundi hava 19,3 kg av viðføri við afturat. Altso hvør hundin hevur funnið uppá ein so pill býtta reglu?? viðkomandi má bestemt hava eina IQ undir 20. (Tað er ikki ofta at eg tendri, men tað veit denn eg kláraði slett ikki at halda mær! Eg kann siga so mikið at har var onki sukursøtt yvir orðunum eg slongdi yvirum diskin). Stakkals maður innanfyri. Hann hevði jú onki við nýggju regluna at gera. Men tað veit denn, eg haldi at eg bannaði og tað heila.

Mín fyrsti tanki var “Eg fari f**** ikki at gjalda hasar 200 krónurnar”. So eg tók kuffertið niður av og ætlaði mær at pakka um. Eg kundi jú koyra okkurt av tí tunga í hondviðførið og okkurt av tí lætta í tað stóra kuffertið, tí eg kundi jú tjekka bæði inn. Eg fann skjótt útav at hetta var rættiliga ómøguligt. Eg smekkaði kuffertið aftur og mátti pent stilla meg í bíðirøðina. Hesuferð kom eg til gentuna, sum stóð við síðunar av manninum. Eg haldi hon hevði hoyrt samtaluna eg hevði við mannin og hon var fitt nokk til at hava eitt sindur av samkenslu við mær. Men har var onki at gera. Eg skuldi ikki bara gjalda 200 kr, neinei, nú skuldi eg yvir í eina aðra bíðirøð, fyri síðani at sleppa framat at gjalda hesa vælsignaðu “rokningina”.

Eg ímyndi mær at eg at tað kom roykur úr nøsini hjá mær so ill eg var og fyri at gera støðuna enn verri, so stillaði eg meg í skeiva bíðirøð. Hahah… eg má flenna eftir mær sjálvari nú. Sjeikurin hjá mær var flovur av mær! Haha.. og foreldrini hjá mær høvdu verið so fitt at koyrt okkum vestur, men tað var ikki ein blíð Vígdis tey søgdu farvæl við.

Soleiðis kann tað ganga tá man flýgur við Atlantic (og sikkurt eisini øðrum flogfelagum). Eg má bara ugga meg við at hetta bleiv ein minniligur túrur og hetta var neyvan seinastu ferð eg fari at flúgva við Atlantic.

(Vit komu niður í øllum góðum og flogtúrurin sjálvur, var ein av teimum allar bestu).

Hevur tú eisini haft onkrar stuttligar ella minni stuttligar hendingar við Atlantic? og hvør er tín meining um at prísirnir eru soo høgir?

M&K

Skriv et svar