Mín svartatalva fekk eitt jólaligt makeover

Tað góða við svartatalvuni er at hon kann tilpassast til allar ártíðirnar. Tað er bara at viska burtur og byrja av nýggju. Hetta fekk eg hug til eitt kvøld í desembur mánaða. Altso mær dámar væl at diggast við tílíkt. Eg hugni mær í mínari egnu boblu við góðum tónleiki afturvið. Fyri meg er tað besta at síggja eitt úrslit av “arbeiðnum” (og helst skjótast gjørligt). Men tíbetur eri eg eisini blivin tilvita um, at tað er gott at verða tolin og onkuntíð skal man ikki leypa yvirum har garðurin er lagstur. At arbeiða fyri einari longri verkætlan ger bara gleðina tað størri.

Vælkomin heim til SukurSøtt. Her síggja tit ein lítlan part av okkara lítla heimi, har klæðini hanga og turka mitt á “stovugólvinum”, sum eisini skal eitast at vera ein gongd og ein partur av køkinum. Soleiðis er at búgva í einum lítlum heimi, við fáum kvadratmetrum. Men tíbetur er tað ikki støddin á heiminum, sum er alt avgerandi. So vónandi kunnu tit bera yvir við óruddinum.

Eg fekk hug at gera okkara chalkboard talvu eitt sindur jólaliga. Eg googlaði meg fram til ymsik hugskot, sum eg brúkti til íblástur. Hetta kunnu tit sleppa at fylgja við í.

Nú nærkast jólini og enntá kavin er komin at vitja. Tá blívur tað ikki nógv betur.

M&K

Skriv et svar