Mínir make-up vanar og vørur

So var vikuskiftið næstan her! Áhh tað er lekkurt. Eg eri fast til arbeiðis hvønn fríggjadag, so í morgun skuldi tað ganga skjótt at gera meg til reiðar. Mær dámar væl at gera eitt sindur eyka burturúr, tá eg fari til arbeiðis, tí har koma nógv fólk inn. Jú betur eg kenni meg til pass, jú betur tænastu kann eg veita. Onkursvegna gongur tað hánd í hánd hjá mær.
Make-up taskan er proppað við ymiskum vørum, og ein blívur við at fylla í. Tað sum eg eri mest hervilig at keypa, er varrastiftir og lippgloss. Tað kann man líka sum ongantíð fáa nokk av. Men tit kenna sikkurt til tað? Man keypur meir og meir, men til síðst brúkar man ofta tað sama.
Eg eri ein av teimum, sum ikki hevur so gott tol, so um morgunin skal tað ganga skjótt! Ótilvitað havi eg eina fasta rútmu, og leggi sum so somu make-up við somu vørum hvønn morgun. Tað sum kann verða eitt sindur skiftandi, er um eygnaskuggi og eyelinari kemur á. Varrastiftin kunnu eisini verða ymiskar. Eg helli tó ofta til at brúka tað sama í stuttum tíðarskeiðumm, og skifti síðani út.
Á myndini omanfyri, havi eg sett tær make-up vørurnar, sum uttan iva eru mínar yndis og sum eg brúki hvønn dag. Eg minnist nógv, nógv ár aftur, at mamma brúkti Elizabeth Arden, Visible difference andlitskrem. Hetta kremið er soo lekkurt, og so angar tað eisini væl. Hetta rukku fyribyrgjandi, og tað havi eg alvorliga brúk fyri. Tá eg smyrji tað á, er tað eisini eitt sindur hugnaligt, at angin minnir meg um mammu. Hetta brúki eg bæði morgun og kvøld.
Næsta stigið er foundation. Eg brúki Fresh Nude Foundation frá The Body Shop, Bora Bora Tiare 012. Mær dámar væl hetta foundation’i, tí tað er nokk so tunt og medium dekkandi. Eg brúki Face / Visage Foundation Pencil frá The Body Shop at koyra foundation á við. Eg eri so soo glað fyri hendan pensilin. Nú er tað knappliga skjótt at smyrja á. Hann er so bleytur, og tað er skjótt eitt pent lag verður lagt á.
Tað sum er mest umráðandi fyri meg, er at hava ein bronzara, sum kann geva húðini eitt gylt look. Her brúki eg Glam Bronze Wild Instinct, L’oréal Paris. Hetta er kanska ikki mín yndis, tí tað hevur ein appilsingulan tóna, sum ikki altíð er so heppin. Men eg brúki hendan beint nú. Eisini brúki eg Sculpte & Illumine frá Sephora. Hetta brúki eg til contour, men tað er ikki hvønn dag, at eg eri so røsk at gera tað.
Nú koma vit til tað besta. Hetta er rætt og slætt eitt eindømi, sum eg eri vorðin púra tengd at. Tað er Soft and Gentle Highlightarin frá MAC. Um eg kenni meg troytta og rotna, so gevur hesin highlightarin eitt ordiligt boost til mítt andlit. Fantastiskt!! Nøkur siga “less is more”, men eg haldi ikki at eg dugi so væl at fylgja hesum, tá tað kemur til highlightarar.
Til brýrnar brúki eg faktiskt Down to Earth Eye Palette frá The Body Shop. Hóast hetta eru eygnaskuggar, so hóska teir seg eisini til brýrnar. Eg eri so glað fyri hesa palettina. Eg havi bæði eina við átta litum og eina minni við fýra litum. Áður havi eg hildið, at eygnaskuggarnir frá The Body Shop, hava verið torførir at fingið á. Men hesar dámar mær so væl. Teir eru lættir at arbeiða við, og júst hendan palettin hevur flottar jørðlitir. Eisini er ein svartur eygnaskuggi í, og ofta brúki eg hann til eyelinara. Hóast tað bara er ein svartur eygnaskuggi, og ikki ein eyelinari, so gevur tað eitt flott úrslit, sum heldur væl.
Eg havi roynt nógv sløg av maskaru ígjøgnum árini, men onkursvegna felli eg altíð aftur til hesa Double Extensions Fortifying Extending Mascara frá L’oréal Paris. Hendan hevur tvær funktiónir. Fyrst leggur tú eitt hvítt lag, sum gevur vippunum eyka fyllu og longd. Síðani leggur tú eitt svart lag á. Eg vil siga at mínar vippur blíva umleið 50% longur, tá eg brúki tað hvíta lagið undir. So ístaðin fyri at brúka falskar vippur og vippuserum, so brúki eg hetta. Tað havi eg gjørt í nógv ár, so tað má verða eitt gott tekin.

Sum sagt, eigi eg sera nógv til varrarnar, men tó haldi eg tað verða torført at finna okkurt, sum mær veruliga dámar. Men Matte Lip Liquid frá The Body Shop eru so ótrúliga góðar. Tær halda so væl, eru so lættar at leggja á og so hava tær ein fantastiskan anga. Eg havi ongantíð upplivað líknandi. Eg eigi tríggjar ymsar litir. Á myndini eru tað frá høgru nummar 4, 5 og 6. MUMS! Hvønn dag brúki eg tí sum er nummar 5 á myndini. Hon eitur Crete carnation 030. Hon heldur sooo væl og sær so natúrlig út.
Tað seinasta eg geri áðrenn eg fari út úr vesinum, er at sproyta ein lekkran anga á meg. Ihh mær dámar væl søt luktilsi. Eg eigi fleiri frá Marc Jacobs, millum annað tí á myndini, sum eitur Daisy. Tær hava nemliga fleiri funktiónir. Tær bæði anga væl og eru sera prýðiligar á hyllini. Síðani havi eg eina aðra yndis, sum er Bright Crystal frá Versace. Hetta er aftur nakað, sum minnir meg um mammu, tí hon eigur eina sama slag. Vit eru kanska nokk so einigar, tá tað kemur til luktilsi, make-up og klæðir. Tað er bara stuttligt.
Nú varð eg endiliga klár at fara útum hurðina. Nógvar av hesum vørunum eru til keyps í Føroyum. The Body Shop og Matas selja mest sum alt. Tað er líka MAC highligtarin, sum ikki er tøkur í Føroyum og Versace luktilsi haldi eg bestemt er at fáa í Taxfree á lufthavnini.
M&K

Skriv et svar