Morgunroks og játtilsi um kiksaðan tónleikasmak

img_1292Góðan morgun! Áhh eg elski leygarmorgnar. Friðarligt, hugnaligt og eg havi allan dagin framman fyri mær, til at gera aaaalt møguligt sum eg havi hug til. Mær dámar væl at fara upp eitt sindur fyrr enn sjeikurin, og so sita fyri meg sjálva eina løtu. Eg fór at hugsa um eitt í morgun.. Tónleik.. Hvat tónleikur ger við okkum og hví vit velja at lurta eftir ávísum sangum??

Eg kann gott fanga meg sjálva í at verða flov av mínum tónleika smaki. HVÍ?? Ikki tí.. Mær dámar hann væl. Men tað er soo cheesy tónleikur og tað er kanska ikki so “kul” at lurta eftir. Haha.. Eg má flenna eftir mær sjálvari, tí eg eri ordiliga flov av at fortelja hvørjum eg lurti eftir. Men lat meg nú vera erliga og siga at eg gott kann seta fløguna hjá One Direction á ímeðan eg geri mat ella um eg fari ein gongutúr. (Ihhhhh! Ja eg eri 27 ár og lurti eftir One Direction!!! Haha… Flovisligt!). Eg kann ikki gera við tí, men eg blívi so glað av tí. Fyri meg er tað ikki so nógv framleiðslan, teksturin og/ella niveau’ið sum heild. Fyri meg er tað meira tann orkan eg fái av at lurta eftir sangunum. Altso tí kensluna sum eg bindi við sangin. Og tá eg lurti eftir jaligum tónum, so fái eg orku og lívsgleði.

Tað er ikki heilt uttan grund, at eg velji hesar sangirnar at lurta eftir. Og tað er heldur ikki uttan grund at framleiðslutøknikkarnir og sangskrivarnir hava brúkt júst hesar akkordirnar, tá teir hava skrivað løgini. Hesi fólkini vita hvat tey gera. Tað eru nemliga vísindaliga prógvað, at nakrar akkordir stimbra eitt ávíst stað í heilanum, sum ger okkum glað. (Ja, eg havi roynt at gransk í hvíííí eg skal dáma hasar sangirnar so væl). Tað er stórur munur á at hoyra ein sang í “moll” ella “dur”. Stóra summarhittið hjá Justin Timberlake “Can’t stop the feeling” osar snøkt sagt av gleði. Akkordirnar “C, D, F, G”, sum eru í tí sanginum eru eisini tær ið verða brúktar í øllum glaðum poppsangum. Man kann ikki umgangast at fáa eitt smíl á varrarnar tá man hoyrir hann. (Uttan so at man hevur hoyrt hann ov ofta, og er um at ganga frá verðini av honum!) Í mun til ein sang sum “Say Something” hjá “A great big world”. Hann byrjar í “Bm” og tað er nemliga ein “kedd akkord”. Tískil fáa vit beinan veg kensluna av sorg.  Tílíkar sangir umgangist eg, tí eg kann lætt ávirkast av teimum. (Eg eri ein grátimaria, so her fella lættliga tár av tílíkum sangum) So tí vil eg heldur lurta eftir mínum sukursøtu sangum, sum eru glaðir og festligir. Eg sigi ikki at eg ongantíð lurti eftir “keddum” sangum, tí tað geri eg sjálvandi eisini.

Nøkur av okkum kunnu nemliga lurta eftir “keddum tónleiki” og skilja hvat lagið snýr seg um uttan at føla tað. So eru tað hini, sum bæði skilja og føla lagið. Tit kunnu sjálvi gita hvønn bólk eg hoyri til…..

Tónleikur kann brúkast til so nógv. Nógv av okkum hava playlistar til alskins høvi. Til tá vit skulu venja, lesa, ballast, sova, slappa av, gera mat osf. Tá eg skuldi renna hálvt maraton í 2010 gjørdi eg mær ein playlista einans við upptempo løgum. So har var millum annað “Run the world” hjá Beyonce og eg merkti beinan veg tá eg hoyrdi hann, at eg fekk eyka mót og orku. Tá eg skal til roynd lurti eg eisini ofta eftir ávísum sangum, sum geva mær sjálvsálit. Áðrenn royndina í summar hevði eg “Work” hjá “Fifth Harmony” frá og tað boostaði totalt mítt lag. Tá eg eri undir trýsti, hjálpur tónleikur mær soo nógv. Eg trúgvi at nógv av okkum lurta eftir tónleiki stóran part av degnum, men hugsa kanska ikki so nógv um hvussu nógv vit ávirkast av tí.

Eg elski tónleik!! Sum sagt elski eg góðan popptónleik, men eg eri eisini farin yvir at lurta eftir pop/country og tað er barasta fantastiskt! Nú tit øll kenna 1D, so fari eg at geva tykkum eitt pop/country lag, sum eg ofta seti á fyri tíðina. Eitt sooo deiligt lag, so altíð fær meg í gott lag.

uhhhaaa, hetta er góður tónleikur ein leygarmorgun <3

M&K

Skriv et svar