MÓTAPREI – Niðurdeilar

Síðani eg var í París, havi eg fingið fleiri fyrispurningar um, hvar eg keypi mínar niðurdeilar.

Áðrenn eg fór til París, fekk eg eitt “niðurdeila flipp”, tvs eg keypti fleiri at hava við til feriuna. Eg helt at tað riggaði so væl inn í tann franska stílin. (man má jú royna at tillaga seg ha?) 😉

Tá eg hugsi um niðurdeilar niðurum knæð, hugsi eg um Carrie Bradshaw í Sex and The City. Eg finni nógvan íblástur frá hennara settum. Helst settunum, hon er í í filmunum. Feminint, men eisini onkuntíð við einum kanti. Niðurdeilurin er eisini perfektur til okkum, sum ikki eru føddar við longum pinnabeinum. Her verður taljan ístaðin víst fram og rumpan og lørini goymd. Hetta er virkuliga deiligt viðhvørt. Eg kenni meg eisini so kvinnuliga í niðurdeilum og kjólum, og tað trívist eg nógv best við.

Hvussu er tað í Føroyum? Eru nógvar kvinnur í kjólum og niðurdeilum? Ella kennir man seg ov fínan at verða í tí eina vanligan gerandisdag? Eg síggi faktiskt ikki so nógv í kjólum niðri heldur. Men kanska tað fer at broytast nú. Eg haldi virkuliga at handlarnir hava nógv fleiri kjólar/niðurdeilar nú, so tað er lættari at fáa fatur á.

Eg fekk keypt allar niðurdeilarnar brúktar, so tað var perfekt. Tann reyða gav eg 15 kr fyri á einum loppumarknaði á universitetinum. Tann ljósareyða fann eg á einari “keyp/sel” síðu fyri 60 kr. Tann ljósareyða niðurdeilin við blondum fann eg á útsølu í H&M fyri undir 100 kr.

Leypandi sum tú skrollar niðureftir, finnur tú leinkjur til síður, sum selja júst somu niðurdeilar, sum eg eri í, ella leinkjur til onnur model, sum minna um. Eg havi roynt at funnið teir á síðun, sum kunnu bíleggjast til føroyar.

 HER er ein leinkja til ein vakran reyðan niðurdeil frá ASOS.COM fyri einans 250kr. Av tí at eg ikki eri so von við at nýta reyð klæðir, so mátti eg fara á pinterest at finna íblástur til, hvussu eg skuldi styla hendan niðurdeilin. Hetta endaði faktiskt við at næstan verða mítt yndis sett á túrinum. So onkuntíð er tað gott at kasta seg út í onkrar nýggjar litir og snið.

Nógv binda kanska kjóla/niðurdeil við at man so pyntar seg. Men tú kanst saktans style tað niður, við at fara í sneakers og leðurjakka til. Eg haldi ikki at eg síggi so fín út á myndini við reyðum niðurdeili, hatta er meira eitt avslappað look.

Altso mær dámar væl mynstrið á hesum niðurdeilinum frá MOSS COPENHAGEN. Hóast tað ikki er soo langt síðani at hesin kom í handlarnar, so var eg so heppin at finna hann á endurnýstlsu appini Tradono, og fekk hann tí fyri undir hálvan prís. Tú kanst finna hann á heimasíðuni hjá MOSS HER. Ommuligu skógvarnir eru frá H&M og kunnu keypast HER. Hesar kundi eg gott hugsað mær at átt í fleiri litum. Teir eru so fittir og faktisk fínir at verða í.

P.S. her gera skógvarnir at settið brádliga blívur nógv fínari. So set heldur einar flatar ballerina ella sneakers til, fyri at tað skal síggja meira avslappað út.

Áhh.. Strípur eru ein sikkur vinnari, og eg eri soo glað fyri hendan niðurdeilin, sum eg keypti á netinum fyri meira enn einum ári síðani. Svørtu og hvítu strípurnar eru lættar at styla, so hesin verður ofta brúktur.

HER  og HER eru tvey boð uppá ein svartan og hvítan mynstrutan niðurdeil, frá ASOS.COM

Niðurdeilurin sum eg eri í á myndini omanfyri er frá H&M og kann keypast HER ella ein líknandi frá ASOS.COM HER. Báðir kosta minni enn 200kr. Blondurnar og dempaði ljósareyði/rosa liturin er so stílfult.

Soleiðis gongur tað fyri seg, tá eg keyp klæðir. Tað er faktiskt rættiliga sjálvdan, at eg keypa nakað fyri fullan prís.

Tá vit so komu yvir til París, var tað so heppi at hetta var beint áðrenn mín føðingardag. So eg hevði fingið boð um, at finna mær sjálvari onkra føðingardagsgávu, og eg so gjørdi.

Eg fann ikki minni enn tríggjar niðurdeilar afturat samlingini eg annars kom yvir við. Ihhh men teir eru allir so vakrir, og eg gleði meg at brúka teir í summar! Eg fann hendan vaaakra kjólan við blómumynstri í H&M. OMG eg haldi hann er flottur. Hann kann keypast HER.

Her er eisini ein myrkabláur við blómumynstri, sum kann keypast HER frá ASOS.COM

Mær dámar so væl, at seta blómumynstur saman við strípum. Tað riggar so væl og sjálvt um nøkur kunna halda at tað er for nógv av tí góða, so haldi eg at tað er júst sum tað skal verða.

Tað er so deiligt at summarið er í nánd, tí tað er júst summarstílin mær dámar best. Tunnu kjólarnir og stuttu jakkarnir! ihhh, tað er so deiligt.

Eg fann eisini hesar vøkru sandalirnar frá ZARA.COM og kunnu keypast HER.

So um tit eisini hava fingið eitt niðurdeila flipp, so skuldu onkur góð ráð verið at heinta her.

M&K

Skriv et svar