Mótaprei – Puntar, puntar og fleiri puntar

Eitt av heilt stóru mótahittunum í vetur, eru pløgg við puntutum mynstri. Ja, hvat heldur tú?

Eg minnist at eg áður havi hildið hetta verðið eitt sindur giggut, men nú eri eg sum so nógv onnur, fullkomiliga fallin fyri puntunum. Puntuta mynstrið fæst í alskins litum, men tað sum man sær mest av í løtuni, eru tey við gráligum og reyðligum tónum.

Puntarnir hóska seg sera væl til tað einkla setti. Um tú tískil velur ein jakka, sum henda omanfyri, so er ger jakkin mestsum nokk fyri heildarmyndina. Tá er nóg mikið við einum lekkrum svørtum buksum, og einklari blusu til. So puntuta mynstrið hóskar seg heilt sikkurt til basu vøruna, tú frammanundan eigur í skápinum.

Niðanfyri havi eg valgt nakrar av mínum favorittum, sum eg leitaði meg fram til á asos.com. Um tú ynskir at finna fleiri, ber til at søkja eftir pløggum við puntutum mynstri, við at skriva “check” í leitifelti.

Hesin jakkin sær so stílfullur og klassiskur út. Finn hann HER

Víðar buksur eru sum flest kunnugt inn aftur, og eisini við puntutum mynstri. Hesar HER kunnu bæði brúkast til eitt fínt sett, men eisini stylast niður við sneakers, sum á myndini.

Reytt, reytt og reytt! Hesin niðurdeilurin er so kulur. Eg hevði ikki klárað at borðið hann, men wauw! Trýst HER um tú ert fan!

Við fittu flesunum, gerst hesin HER stutti niðurdeilurin eitt sindur kerur, samstundis við at hann hevur tað kula og klassiska puntuta mynstri.

 Hesin jakkin, sum mestsum er ein stutt útgáva av tí fyrsta eg vísti tykkum, er baaaarasta so flottur! Tú finnur hann HER

Um tú ikki hevur hug at brúka eina rúgvu av pengum, uppá at fylgja við øllum mótarákunum, so er altíð hent at keypa sær eitt turriklæð. Til dømis hetta HER, sum hevur puntamynstrið, og soleiðis kann pifta jakkan tú hevur liggjandi í skápinum eitt sindur upp.

Gott vikuskifti,

M&K

Skriv et svar