Mótin í heyst – Eg eri næstan klár!

Eg elski summar og at kunna vera í summarkjólum, tunnum jakkum og løttum skóm. Men tíðin gongur skjótari enn vit klára at fylgja við og nú er heyst! Heystið er eisini deiligt. Tað er kaldari uttanfyri og alt kennist eitt sindur meira intimt og hugnaligt. Kvøldini eru blivin eitt lítið sindur myrkari og teppini verða tikin fram. Sendingarnir í sjónvarpinum eru eitt sindur betur og fyri mítt viðkomandi drekki eg væl fleiri koppar av heitum kakao og chai latte. Tað er faktiskt slett ikki so galið.

Tað er ikki bara veðrið og huglagið hjá okkumsum broytist. Mótin og rákið fylgir eisini við. Eg havi gjørt eina kollagu við mótapløggum, sum eru inn í vetur, sum eg kundi funnið uppá at farið í. (tú kanst gera tína egnu kollagu ella fáa íblástur á http://www.polyvore.com )

screen-shot-2016-09-18-at-19-33-40

Eg haldi tað verða stuttligt at fylgja við hvussu mótin flytir seg og eg havi longu sæð hvørjir litir prýða vindeyguni á gongugøtuni her í Aarhus. Tveir litir sum í hvussu er gera nógv um seg. Teir eru bordeauxreytt og tann myrkagrøni army liturin. MUMS! lekkrir og vakrir litir at kasta seg í. So skulu vit eisini í aftur stilvarnar. Helst uppum knæ, men eisini undir og uppá hálvan tjúkkan. Pelsar eru eisini aftur at síggja og nógv av “tan”, “nude” og “krem” litunum, sum vit eisini sóu nógv til í vetur. “Choker hálsketan” er eitt must, fyri at fáa eitt fullkomi look.

Eg fái ofta eina kenslu av, at eg um hesa tíðina mangli nøkur grundleggjandi pløgg til klædnaskápið. Tað sum altíð er gott at eiga, eru góð pør av skóm, sum kunnu setast saman við nógvum ymiskum settum. So tað fór eg á jagt eftir í dag.

Eg var og vitjaði fólk í gjár og skuldi í føðingardagsveistlu um kvøldið, so eg náddi ikki míni vanligu ørindir í gjár. Men tað sum eg ikki fái ornað leygardag í Aarhus, tað nái eg ofta sunnudag. Tað er ikki sum í Føroyum, har alt eg lukkað og tað sum dagurin oftast fer við (hjá mær í øllum førum) er at eta.

Ein “outlet messa” hevur verið her um vikuskiftið og eg helt at hana mátti eg vitja. Onkuntíð finna eg góð tilboð, og tað veit denn um tað ikki hendi aftur í dag! Haha… eg helt at nú mátti eg ogna mær onkrar góðar skógvar til heystið og veturin. Og jú mín sann. Eg fann ikki minni enn tvey pør!! Einar góðar svartar stuttar stylvar, við einum góðum hæli, sum eg altíð kann brúka. So fall eg pladask fyri hesum fittu lekkru stilvunum upp um knæ, sum eg fari at brúka mest til kjólar osf. Nú hooopi eg bara at teir eisini eru góðir at verða í. Tað má eg so fara at kanna komandi dagarnar.

img_6068

Mær dámar sooo væl heystmótan í ár, so eg gleði meg at fáa onkur nýggj pløgg í skápið. Eg burdi kanska eisini umhugsað at fingið okkurt út her frá, so tað er pláss til tað nýggja.

Vónandi hava tit haft eitt gott vikuskifti og eru klár til eina nýggja viku í morgin.

M&K

 

Skriv et svar