Muffur v/ bláberum og marengsglasing

Nú eru eitt sindur langt ímillum uppskriftirnar, men soleiðis er, tá ein lítil frella fer avstað við tíðini. Hendan uppskriftin er tó sera vælegnað til eina mammu, sum hevur nokk at gera. Tað er ikki neyðugt at deila deiggið til muffur, tí køkan kann eisini fara í ein springform. (tá skal hon tó bakast í áleið 50 minuttir). So um tú hevur tíð og yvirskot, kann hon gerast í muffuformar, og um tað skal ganga eitt sindur skjótt, kanst tú gera hana uppá eitt eygablikk, og so ornar ovnurin restina. Køkan smakkar eisini væl uttan marengsglasing, so her eru nokk av møguleikum. Eitt lítið tipp, um tær dámar væl sjokulátu (hvør ger ikki tað?) so kanst tú koyra smáar sjokuláta bitar í deiggið. Hetta ger bara heildarsmakkin enn lekkrari.

Tú finnur eisini uppskriftina í nýggjasta Á tilboðsblaðnum og á teirra heimasíðu, har SukurSøtt hevur sín heilt egna pall.

Tilfar til 12 muffur

 Muffurnar

150 g sukur

2 egg

160 g mjøl

1,5 tsk. vaniljusukur

1 tsk. bakipulvur

0,75 dl mjólk

130 g smør

100 g bláber

120 g marcipan

50 g hvít sjokuláta

Marengs glasing

1 dl hitaviðgjørdir eggjahvítar

200 g flormelis

eitt sindur av vaniljusukur

Prýði

Jarðber, bláber ella hindber

Set ovnin á 175 stig.

  • Píska egg og sukur saman.
  • Koyr síðani alt tað turra tilfarið í, og píska deiggið væl.
  • Koyr nú smeltaða smørið og mjólkina í, og píska aftur.
  • Til seinast skal marcipanið, hvíta sjokulátan og bláberini rørast varliga í. Vend bláberini í eitt sindur av mjøli, áðrenn tú koyrur tey í deiggið, soleiðis at tey ikki liggja á botninum, tá muffurnar verða bakaðar.
  • Koyr síðani deiggið í 12 muffuformar og baka mitt í ovninum í 20 minuttir.
  • Lat muffurnar kølna ímeðan tú gert marengs glasingina.
  • Píska hitaviðgjørdu eggjahvítarnar og stroy flormelis í so við og við.
  • Píska síðani í 8-10 minuttir, so marengsið verður passaliga tjúkt.
  • Koyr marengsið í ein sproytiposa og sproyta tað í smáar toppar oman á muffurnar og prýð við berum.

M&K

Skriv et svar