Muffur v/ CremeEgg Ostakremi

Páskini nærkast og Creme Eggini rulla inn um hurðina í tíð og ótíð. Tað er jú ikki páskir uttan lekkru creme eggini frá Cadbury! Fyri nøkur av okkum, so er bara ein arbeiðsvika, til við kunna bjóða feriuni vælkomnari. Altso tað verður lekkurt við páskaferiu. Í ár verða okkara páskir hildin í París, so tað verður heldur øðrvísi, men júst tað vit hava hug til. Sjálvt um tíðin gongur so skjótt, so kenni eg tað longu, sum eg havi tørv á nøkrum frídøgum, so vit hava tíð at løða battaríðini ordiliga upp. Eg má so avgjørt vera blivin gomul, tí eg kundi sovið í eitt heilt døgn, um eg fekk loyv (og eg eigi ikki eingongd nøkur børn). Skamma meg! Náh, men tá eg sleppi at baka, er ongin hugur at sova, so vit fara bara beint í gongd!

Um tú ert til ostakrem og til CremeEgg, so fert tú at elska hesar lekkru muffurnar. Kremið blívur nemliga ein blanding av báðum omanfyri. MUMS! Sukursøtt so tað baskar.

 

Tilfar og arbeiðsháttur

Til 12 muffur

100 g hveitimjøl

20 g kakaopulvur

130 sukur

1,5 tsk bakipulvur

1/4 tsk salt

40 g smør

1,2 dl róma

1 egg

1 tsk vaniljusukur

100 g hakkað sjokuláta

Set ovnin á 175 stig við undir og yvirhita. Rør alt tað turrað tilfarið saman og koyr síðani bleyta smørið í og píska. Í einum øðrum bolla, skal rómin og eggið rørast saman, áðrenn tað verður koyrt í tað turra blandið. Píska síðani aftur væl. Rør síðani hakkaðu sjokulátuna í blandið og deil deiggið í 12 muffinsformar. Fyll deiggj í 3/4 av muffinforminum. Baka teir mitt í ovninum í 25 minuttir.

CremeEgg/Ostakrem

200 g rómaost

125 g smør

250 g flormelis

2 tsk vaniljusukur

5 Cadbury CremeEgg

Píska smørið, flormelis og vaniljusukur saman. Koyr síðani rómaostin í og píska aftur. Sker fýra cremeegg í smáar bitar og rør tey spakuliga í ostakremið.

Smyr ostakremið á muffurnar og brúka tað síðsta kremeggið, at prýða topparnar við.

Haaaaaleluja!! OMG – hetta smakkar!

Góðan sunnudag til tykkum.

M&K

Skriv et svar