Mums! Ertnadressingur til lætta salat

IMG_1619

 

Eg havi havt hug til so nógv svans í dag. Tá eg siti og lesi til roynd, verði eg so lætt móð, og havi alvorliga tørv á sukuri. Áhh stravið! So í kvøld, helt eg at eg hevði brúk fyri at gera mær okkurt gott til nátturða.

So eg gjørdi mær eina lekkra salat við kyllingi, tomat, gularót, brokkoli og so mín lekkra ertnadressing afturvið.

Ertnadressingur

100g ertrar

1.tsk av súrróma (5%)

salt og pipar

Blenda alt saman og tadaa tú hevur ein uber lekkran dressing, sum eisini er góður fyri teg. Og so skaðar tað ikki, at dressingurin hevur ein fantastiska lekkran grønan lit. Altíð eitt pluss, at tað sær leskiligt út.

Dressingurin kann eisini brúkast til nachos og annað.

Vælgagnist!

M&K

Skriv et svar