Mynsturbundna troyggjan, sum ikki bleiv sum ætlað..

Ja, endaúrslitið bleiv ikki so galið, men hetta er kanska tí eg ikki altíð planleggi ov væl áðrenn eg byrji, tí ofta endar tað ikki júst sum ætlað.

Eg hevði funnið mær eitt mynstur, sum fór sikk sakk í rekkjum tvørturum. Eg teknaði mær hetta upp, og taldi mær hvussu nógv eygu tað passaði til osf. Jújú, eg var við gott mót. Eg hevði nakrar damur rundan um meg, sum royndu at leggja mær lag á, men eg helt at hesum hevði eg stýr á.

Tað veit den, eg var komin rættiliga langt, áðrenn eg fann útav, at mynstrið á troyggjuni slett ikki var soleiðis sum eg hevði teknað tað. Eg hevði onkursvegna speglvent mynstrið, soleiðis at tað endaði við at blíva til rúdarar.

So tvør sum eg eri, tímdi eg ikki at taka troyggjuna uppaftur, men valdi heldur at halda fram og fáa sum fregast burturúr. So hesa troyggjuna kalla vit bara “heimatroyggjan”, tí hesa fara vit ikki at lata dukkuna í, tá vit fara at vitja bindikønar damur. Tær høvdu øtast! Tí eitt er vist, her eru ótrúúúliga nógvir feilir í. Men soleiðis er, tá man sjálvur vil ráða, og ikki vil fylgja nakrar uppskrift. Tað kann ikki altíð spæla væl av. Gott er… Liturin er í hvussu er fittur.

Gera tit eisini onkuntíð tílíkar feilir? Vónandi er tað ikki bara eg.

M&K

Skriv et svar