Nice Cream – Tann sunna og vælumtókta útgávan av ísi

Nice Cream!

Áhh eg eeeelski ís, og hendan kann man eta við góðari samvitsku! Peerfekt!

IMG_1223

Hetta ljóðar næstan ov gott til at vera sannheit, men tað veit denn, hetta smakkar fantastiskt og tekur onga tíð at gera. Eg havi hoyrt nógv um hetta vælumtókta slagið av ísi, sum millum annað á Pinterest og instagram verður kallað “Nice Cream”, og nice, tað er hetta so avgjørt.

Tað einasta tær tørvar fyri at gera júst hendan ísin, er banan og hindber. (tú kanst eisini nýta aðra frukt, men banan riggar sera væl sum høvuðs tilfar). Sker bananirnar í flýsar, koyra tær í ein posa og legg tær í frystiboksina í uml. tveir tímar. Tak tær síðani út, og koyr tær í blendarin saman við hinari fruktini. Blenda fruktina væl og eitt tvey trý, tú hevur ein lekkran sunnan ís!

IMG_1216 IMG_1217

Meiningin við hesari øðrvísi loysnini av ísi, er at hetta skal vera ein sunnari útgáva. Um tú vilt hava annað enn frukt í, kann eitt ískoyti verða kokusmjólk. Men um tú ikki hevur tørv á at ansa eftir linjuna, so eru møguleikarnir nógvir, at gera hetta enn lekkrari. Tú kanst millum annað koyra sjokulátu í, ella peanutbutter, blanda vaniljusukur í osf. The sky is the limit!

Hetta er perfekt til eina vikuskiftis dessert!

IMG_1219

M&K

Skriv et svar