Novembur er til heitar vælsmakkandi suppur!

Sum nakað nýtt verður Novembur mánaður fyltur við suppu uppskriftum.

Ja, eg havi rokast í køkinum, og er tað nakað vit elska heima hjá okkum, so er tað suppur. Fyrst og fremst er tað ofta sera lætt at gera og tað er nú sjálvdan at hetta gongur heilt galið. Tað er sjálvandi ein stórur fyrimunur. Tí aftaná ein langan dag, vil man gjarna kunnu gera okkurt, sum riggar fyrstu ferð.

Eg haldi eg havi fingið ordiliga bredl eftir suppu, eftir at eg eri flutt til Aarhus.

Tað er føst traditión hjá einari vinkonu og mær, at vit keypa okkum dagsins suppu, tá vit eru í skúla í døgurðatímanum. Har eru altíð ymisk sløg. Her havi eg funnið mær góð hugskot, og havi ofta roynt at baksa okkurt líknandi saman heima.

Eisini er ein sera su-vinalig café við ánna, sum um veturin hevur suppubuffet, fýra dagar um vikuna. Fantastiskt hugskot ha? Og hoyr nú her, tað kostar einans 42 kr, og her kanst tú eta so nógv tú orkar. Har eru tvey sløg av suppu (sum skifta frá dag til dag). So er lekkurt heimabakað breyð afturvið, saman við ymiskum tilhoyri, so sum fleski, súrróma, suppuhornum osf. Mums!!! Tað er so lekkurt at kunna fara út og fáa eina “út at eta” uppliving, uttan at tað skal kosta ein bóndagarð.

So ja, her fekk eg íblástur, til at finna onkrar leskiligar suppuuppskriftir til tykkum.

Eg komi at deila eina nýggja suppu uppskrift hvønn sunnudag í novembur. Tað verður eitt sindur av hvørjum. Onkur er sera einfølt og onkrar krevja kanska eitt sindur meira. Men tær hava allar eitt til felags, og tað er at tær smakka seeera væl.

Eg gleði meg at vísa tykkum.

M&K

Skriv et svar